at giftast millum systkinabørn
30 versir um "at giftast millum systkinabørn"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 18:6 Triðja Mósebók
Eingin av tykkum má koma nakrari kvinnu nær, sum er nærskyld við hann, so hann lyftir burtur av blygd hennara. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 18:7 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirs tíns – við at lyfta burtur av blygd móður tínar; hon er móðir tín, tú mást ikki lyfta burtur av blygd hennara!
Triðja Mósebók 18:8 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd konu faðirs tíns – tað er blygd faðirs tíns!
Triðja Mósebók 18:9 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd systur tínar – hon veri nú dóttir faðir tín ella dóttir móður tína, hon veri nú fødd heima ella uttan fyri heimið.
Triðja Mósebók 18:10 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonardóttur ella dótturdóttur tínar – tað er tín egna blygd!
Triðja Mósebók 18:11 Triðja Mósebók
Blygd dóttur konu faðirs tíns – sum hon eigur við faðir tínum – mást tú ikki lyfta burtur av – hon er systir tín!
Triðja Mósebók 18:12 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd faðirsystur tínar – hon er nærskyld við faðir tín!
Triðja Mósebók 18:13 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd móðursystur tínar – hon er nærskyld við móður tína!
Triðja Mósebók 18:14 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd pápabeiggja tíns – konu hansara mást tú ikki koma nær; hon er faðirsystir tín!
Triðja Mósebók 18:15 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd sonarkonu tínar; hon er kona son tín, burtur av blygd hennara mást tú ikki lyfta!
Triðja Mósebók 18:16 Triðja Mósebók
Tú mást ikki lyfta burtur av blygd bróðurkonu tínar – tað er blygd bróður tíns!
Triðja Mósebók 18:1 Triðja Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
Triðja Mósebók 18:2 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 18:3 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki bera tykkum at, sum tey bera seg at í Egyptalandi, har sum tit hava búð, ei heldur, sum tey bera seg at í Kána’anslandi, sum Eg lati tykkum koma í – tit mugu ikki fylgja eftir siðum teirra.
Triðja Mósebók 18:4 Triðja Mósebók
Eftir boðum Mínum skulu tit gera, og lógir Mínar skulu tit halda, so tit fylgja eftir teimum. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 18:5 Triðja Mósebók
Ja, tit skulu halda lógir Mínar og boð Míni; tað menniskja, ið ger eftir teimum, skal liva við teimum – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 18:17 Triðja Mósebók
Hevur tú lyft burtur av blygdini á eini kvinnu, so mást tú ikki eisini lyfta burtur av blygd dóttur hennara; heldur ikki sonardóttur ella dótturdóttur hennara mást tú taka og lyfta burtur av blygd teirra; tær eru jú nærskyldar við hana, slíkt er skammiligur atburður!
Triðja Mósebók 18:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki giftast við konusystur tíni, meðan kona tín livir, so at tú setur ilt ímillum tær við at lyfta burtur av blygdini á báðum.
Triðja Mósebók 18:19 Triðja Mósebók
Tú mást ikki koma kvinnu nær og lyfta burtur av blygd hennara, meðan hon hevur mánasjúku sína.
Triðja Mósebók 18:20 Triðja Mósebók
Tú mást ikki liggja hjá konu næsta tíns og gera teg óreinan við henni.
Triðja Mósebók 18:21 Triðja Mósebók
Tú mást ikki geva avkom títt at verða ofrað til Molok; tú mást ikki vanhalga navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 18:22 Triðja Mósebók
Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu – tað er andstygd!
Triðja Mósebók 18:23 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hava við nakað kríatúr at gera og gera teg óreinan við tí; ei heldur má nøkur kvinna lata nakað kríatúr hava við seg at gera – tað er skemdargerð!
Triðja Mósebók 18:24 Triðja Mósebók
Gerið tykkum ikki órein við nøkrum slíkum! Við øllum slíkum gjørdu tey seg órein, heidningafólkini, ið Eg reki út fyri tykkum.
Triðja Mósebók 18:25 Triðja Mósebók
Av hesum varð landið óreint, og Eg heimsøkti tað fyri misgerð teirra, so at landið spýði út íbúgvar sínar.
Triðja Mósebók 18:26 Triðja Mósebók
Haldið tit tí lógir Mínar og boð Míni, bæði tit sjálv og hin fremmandi, ið hjá tykkum býr, og gerið ongar av hesum viðurstyggiligu gerðum!
Triðja Mósebók 18:27 Triðja Mósebók
Tí alt hetta viðurstyggiliga gjørdu tey, ið búðu í landinum fyri tykkum, og soleiðis varð landið óreint.
Triðja Mósebók 18:28 Triðja Mósebók
Annars skal landið spýggja tykkum út, tí tit gera tað óreint, sum tað spýði út fólkið, ið var har fyri tykkum.
Triðja Mósebók 18:29 Triðja Mósebók
Tí ein og hvør, ið ger okkurt av hesum viðurstyggiliga, skal verða týndur úr fólki sínum – ja, hvør tann, ið slíkt ger!
Triðja Mósebók 18:30 Triðja Mósebók
Aktið tí eftir boðunum, ið Eg gevi tykkum, og takið ikki eftir nøkrum av teimum viðurstyggiligu siðum, ið tey hava havt undan tykkum, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!““