at geva upp / loysa
38 versir um "at geva upp / loysa"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 1:1 Esaias
Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerusalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.
Esaias 1:2 Esaias
Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.
Esaias 1:3 Esaias
Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.
Esaias 1:4 Esaias
Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.
Esaias 1:5 Esaias
Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;
Esaias 1:6 Esaias
frá iljum til hviril er einki heilt – skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!
Esaias 1:7 Esaias
Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara – har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.
Esaias 1:8 Esaias
Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.
Esaias 1:9 Esaias
Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
Esaias 1:10 Esaias
Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
Esaias 1:11 Esaias
Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
Esaias 1:12 Esaias
Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
Esaias 1:13 Esaias
Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
Esaias 1:14 Esaias
Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
Esaias 1:15 Esaias
Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
Esaias 1:16 Esaias
Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Esaias 1:19 Esaias
Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
Esaias 1:20 Esaias
men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!
Esaias 1:21 Esaias
– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!
Esaias 1:22 Esaias
Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
Esaias 1:23 Esaias
stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
Esaias 1:24 Esaias
Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
Esaias 1:25 Esaias
Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
Esaias 1:26 Esaias
Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
Esaias 1:27 Esaias
Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
Esaias 1:28 Esaias
Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
Esaias 1:29 Esaias
Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.
Esaias 1:30 Esaias
Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.
Esaias 1:31 Esaias
Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.
Lukas 14:33 Lukas
Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín.
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Josva 1:5 Josva
Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.
Sálmarnir 41:9 Sálmarnir
„Óbótalig vanlukka hevur rakt hann – hann liggur har, kemur aldri upp aftur!“
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók
Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.