Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

at geva tær til kennar

73 versir um "at geva tær til kennar"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið

Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Tað er síðsti tími. Tit hava jú hoyrt, at Antikristus kemur, og longu nú eru nógvir antikristar komnir; av tí síggja vit, at tað er síðsti tími.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Teir eru farnir út frá okkum – men teir vóru ikki av okkum; tí høvdu teir verið av okkum, so høvdu teir verðið verandi hjá okkum. Men tað skuldi verða opinbert, at ikki allir eru av okkum!

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Eg havi ikki skrivað til tykkara, fyri tað at tit ikki kenna sannleikan, men tí tit kenna hann og vita, at eingin lygn er av sannleikanum.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:22 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør er lygnarin, uttan tann, ið noktar, at Jesus er Kristus! Hesin er Antikristus – hann, ið avnoktar Faðirin og Sonin.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:23 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið avnoktar Sonin, hevur heldur ikki Faðirin; tann, ið játtar Sonin, hevur eisini Faðirin.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:24 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tað, sum tit hoyrdu frá upphavi, verði verandi í tykkum! Verður tað verandi í tykkum, sum tit hoyrdu frá upphavi, so skulu eisini tit verða verandi í Syninum og í Faðirinum.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:25 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er lyftið, Hann lovaði okkum: Hitt æviga lív.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:26 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta havi eg skrivað tykkum viðvíkjandi teimum, ið villleiða tykkum.

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:28 Fyrra Jóhannesarbrævið

Og nú, børn míni, verðið verandi í Honum, so vit, táið Hann opinberast, kunnu hava dirvi og ikki verða til skammar fyri Honum í komu Hansara!

6
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:29 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vita tit, at Hann er rættvísur, so vita tit eisini, at hvør tann, ið ger rættvísi, er føddur av Honum.

6
Orðtøkini 12:16 Orðtøkini

Vreiði dárans verður kend sama dag, men hin klóki verður spottaður – og letst sum einki.

5
Orðtøkini 12:17 Orðtøkini

Tann, sum talar tað, ið rætt er, fremur sannleika, men falskt vitni talar svik.

5
Orðtøkini 12:18 Orðtøkini

Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.

5
Orðtøkini 12:19 Orðtøkini

Sannorðað vørr verður standandi í allar ævir, men lygitunga bert eina løtu.

5
Orðtøkini 12:20 Orðtøkini

Tey, sum smíða ilt, hava svik í hjartanum, men tey, sum fáa frið í lag, hava gleði.

5
Orðtøkini 12:21 Orðtøkini

Einki ilt rámar hin rættvísa, men gudleysum trýtur ikki vanlukka.

5
Orðtøkini 12:22 Orðtøkini

Falskar varrar eru HARRANUM andstygd, men Honum líkar hini ærligu.

5
Orðtøkini 12:23 Orðtøkini

Hin klóki dylur kunnskap sín, men hjarta dáranna rópar út dárskap sín.

5