at geva tíggjund
62 versir um "at geva tíggjund"
Versir
Síða 2 av 2Hebrearabrævið 7:18 Hebrearabrævið
So verður nú vissuliga boð, sum fyrr var galdandi, sett úr gildi, av tí at tað var veikt og ónýtt
Hebrearabrævið 7:19 Hebrearabrævið
– lógin gjørdi jú einki fullkomið – og betri vón verður leidd inn, ein, sum vit nærkast Gudi við.
Hebrearabrævið 7:20 Hebrearabrævið
Og so víst sum tað kom ikki í lag uttan eið
Hebrearabrævið 7:21 Hebrearabrævið
– tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði – við Honum, ið sigur við Hann: „Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir““
Hebrearabrævið 7:22 Hebrearabrævið
– so víst er tað eisini betri sáttmáli, Jesus er vorðin borgsmaður fyri.
Hebrearabrævið 7:23 Hebrearabrævið
Og av hinum prestum vóru fleiri, av tí at teir við deyðanum vórðu forðaðir at halda á;
Hebrearabrævið 7:24 Hebrearabrævið
men hesin hevur óforgeingiligt prestadømi, við tað at Hann verður í allar ævir.
Hebrearabrævið 7:25 Hebrearabrævið
Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.
Hebrearabrævið 7:26 Hebrearabrævið
Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt – upp um Himlarnar,
Hebrearabrævið 7:27 Hebrearabrævið
ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini – eins og høvuðsprestarnir – at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan.
Hebrearabrævið 7:28 Hebrearabrævið
Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir.
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –