at geva tíggjund og offur
10 versir um "at geva tíggjund og offur"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Fyrsta Mósebók 28:20 Fyrsta Mósebók
Jákup gjørdi nú hetta lyfti: „Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,
Fyrsta Mósebók 28:21 Fyrsta Mósebók
so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns – so skal HARRIN vera Gud mín;
Fyrsta Mósebók 28:22 Fyrsta Mósebók
og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.“
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Fjórða Mósebók 18:21 Fjórða Mósebók
Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Lukas 11:42 Lukas
Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.