at geva tíggjund
62 versir um "at geva tíggjund"
Versir
Síða 1 av 2Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Malakias 3:9 Malakias
Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Fyrsta Mósebók 28:20 Fyrsta Mósebók
Jákup gjørdi nú hetta lyfti: „Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,
Fyrsta Mósebók 28:21 Fyrsta Mósebók
so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns – so skal HARRIN vera Gud mín;
Fyrsta Mósebók 28:22 Fyrsta Mósebók
og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.“
Triðja Mósebók 27:31 Triðja Mósebók
Vil ein loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann lata fimting meir enn virðið.
Triðja Mósebók 27:32 Triðja Mósebók
Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og av smáfæi, øllum, ið kemur undir hirðastavin, skal tíggjundahvørt kríatúr verða HARRANUM halgað.
Triðja Mósebók 27:33 Triðja Mósebók
Ikki skal verða hugt eftir, um tað er gott ella vánaligt, og ikki má tað verða umbýtt; verður tað umbýtt við annað kríatúr, skulu bæði tvey verða halgað og kunnu ikki loysast aftur.““
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Malakias 3:11 Malakias
Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Malakias 3:12 Malakias
Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Matteus 6:1 Matteus
„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.
Matteus 6:2 Matteus
Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:3 Matteus
Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –
Matteus 6:4 Matteus
fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Lukas 11:42 Lukas
Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Hebrearabrævið 7:1 Hebrearabrævið
Hesin Melkizedek, kongur í Salem og prestur Guds hins hægsta – hann, sum fór ímóti Ábrahami, táið hann kom aftur eftir at hava vunnið sigur á kongunum, og sum signaði hann
Hebrearabrævið 7:2 Hebrearabrævið
– hann, sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, táið navn hansara verður útlagt, fyrst er rættvísikongur, harnæst eisini kongur Salems, tað er friðarkongur –
Hebrearabrævið 7:3 Hebrearabrævið
uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, hvørki havandi byrjan daga ella enda lívs, settur javnt við Son Guds – hann verður prestur altíð.
Hebrearabrævið 7:4 Hebrearabrævið
Hyggið, hvussu stórur hann er, hann, ið enntá Ábraham, ættarfaðirin, gav tíggjund av fonginum!
Hebrearabrævið 7:5 Hebrearabrævið
Teir av sonum Levi, sum fáa prestadømið, hava boð um eftir lógini at taka tíggjund frá fólkinum – tað er frá brøðrum sínum – teimum, sum tó eru komnir úr lendum Ábrahams;
Hebrearabrævið 7:6 Hebrearabrævið
men hesin – sum ikki roknar ætt sína frá teimum – tók tíggjund frá Ábrahami og signaði hann, ið hevði lyftini.
Hebrearabrævið 7:7 Hebrearabrævið
Nú kann jú eingin siga ímóti tí, at tað er tann, ið minni hevur at týða, sum verður signaður av tí, sum meiri hevur at týða.
Hebrearabrævið 7:8 Hebrearabrævið
Og her eru tað deyðilig menniskju, ið taka tíggjund, men har ein, sum vitnað verður um, at hann livir.
Hebrearabrævið 7:9 Hebrearabrævið
Ja, sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, hevur við Ábrahami so at siga latið tíggjund;
Hebrearabrævið 7:10 Hebrearabrævið
tí hann var enn í lendum faðirs síns, táið Melkizedek fór ímóti honum.
Hebrearabrævið 7:11 Hebrearabrævið
Var nú fullkomileiki at fáa við hinum levitiska prestadømi – og tað var grundin undir lógini, ið fólkið hevði fingið – hví tørvaði so uppaftur, at annar prestur skuldi stíga fram – á hátti Melkizedeks, ein, sum ikki er nevndur á hátti Árons!
Hebrearabrævið 7:12 Hebrearabrævið
– Verður prestadømið broytt, slepst ikki undan, at lógin verður broytt við.
Hebrearabrævið 7:13 Hebrearabrævið
Hann, sum hetta verður sagt um, hoyrdi jú til aðra ætt, og av henni hevur eingin gjørt tænastu við altarið.
Hebrearabrævið 7:14 Hebrearabrævið
– Ein og hvør veit jú, at Harri okkara er runnin upp av Juda, og viðvíkjandi teirri ætt hevur Móses einki talað um prestar.
Hebrearabrævið 7:15 Hebrearabrævið
Og uppaftur nógv skilligari verður hetta, táið annar prestur stígur fram, líkur Melkizedek
Hebrearabrævið 7:16 Hebrearabrævið
– ein, sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgeingiligum lívi.
Hebrearabrævið 7:17 Hebrearabrævið
Hann fær jú tann vitnisburð: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“