at geva seg / yvirgevast
32 versir um "at geva seg / yvirgevast"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Markus 14:35 Markus
So fór Hann eitt sindur longur, kastaði Seg niður á jørðina og bað, at hesin tími skuldi fara frá Honum – um tað var møguligt.
Markus 14:36 Markus
Hann segði: „Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt – tak henda kalik frá Mær! – Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“
Jóhannes 15:1 Jóhannes
„Eg eri hitt sanna víntræið, og Faðir Mín er víngarðsmaðurin.
Jóhannes 15:2 Jóhannes
Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst.
Jóhannes 15:3 Jóhannes
Tit eru longu reinir – við orðinum, ið Eg havi talað til tykkara.
Jóhannes 15:4 Jóhannes
Verðið í Mær, so verði Eg í tykkum! Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær.
Jóhannes 15:5 Jóhannes
Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.
Jóhannes 15:6 Jóhannes
Tann, sum ikki verður í Mær, verður kastaður út sum grein og følnar; tær verða sankaðar saman og kastaðar í eldin og brenna.
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Fyrra Pætursbrævið 5:6 Fyrra Pætursbrævið
Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Fyrra Pætursbrævið 5:9 Fyrra Pætursbrævið
Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.
Fyrra Pætursbrævið 5:10 Fyrra Pætursbrævið
Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum
Orðtøkini 23:26 Orðtøkini
Sonur mín! Gev mær hjarta títt, og lat eygu tíni hava hug til leiðir mínar!
Lukas 9:23 Lukas
Og Hann segði við allar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.
Lukas 9:24 Lukas
Tí tann, ið vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Jeremias 10:23 Jeremias
Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!
Matteus 26:39 Matteus
So fór Hann eitt sindur longur, fall á andlit Sítt, bað og segði: „Faðir Mín! Er tað møguligt, so lat henda kalik fara frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!“
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið
Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!
Filippibrævið 2:6 Filippibrævið
Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds;
Filippibrævið 2:7 Filippibrævið
nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.