at geva seg / boyggja seg
18 versir um "at geva seg / boyggja seg"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 13:8 Matteus
Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda.
Matteus 13:23 Matteus
Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan.“
Lukas 8:15 Lukas
Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni.
Markus 4:20 Markus
Men tey, sum vórðu sáað í góða jørð, eru tey, sum hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst: Tríati-, seksti- og hundraðfaldan.“
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið
Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.
Jákupsbrævið 3:18 Jákupsbrævið
Og ávøkstur rættvísinnar verður í friði sáaður teimum, sum fáa frið í lag.
Orðtøkini 11:18 Orðtøkini
Hin gudleysi vinnur løn, sum svíkur, men tann, ið sáar rættvísi, fær løn, sum varir.
Markus 4:8 Markus
Men nakað fall í góða jørð; tað kom upp og vaks og bar grøði; tríati-, seksti- og hundraðfalda gav tað.“
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Lukas 8:8 Lukas
Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði.“ Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“
Rómverjabrævið 6:13 Rómverjabrævið
Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyðum eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rættvísinnar!
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið
Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Filippibrævið 1:22 Filippibrævið
Men um tað at liva í holdinum gevur mær ávøkst av verki mínum, so veit eg ikki, hvat eg skal velja,
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið
So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.