at geva ráð
12 versir um "at geva ráð"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 19:20 Orðtøkini
Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!
Jóhannes 7:24 Jóhannes
Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið
Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini
At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini
Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.
Prædikarin 4:13 Prædikarin
Betri er at vera fátækur, men vísur unglingi, enn gamal kongur, men dári, sum ikki hevur so frægt skil eftir, at hann tekur við ráðum.
Lukas 12:48 Lukas
Men tann, ið ikki hevur vitað hann, og hevur gjørt tað, ið er sløg vert, skal fáa færri. Hvør tann, ið nógv er givið, av honum skal nógv verða kravt, og tann, sum nógv er litið upp í hendur, verður kravdur eftir tess meiri.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.