at geva ov nógv
20 versir um "at geva ov nógv"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Matteus 6:1 Matteus
„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.
Matteus 6:2 Matteus
Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:3 Matteus
Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –
Matteus 6:4 Matteus
fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Seinna Korintbrævið 8:12 Seinna Korintbrævið
Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er – eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur.
Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Lukas 6:30 Lukas
Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.