at geva og umsita

43 versir um "at geva og umsita"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 6:38 Lukas

Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“

8
Efesusbrævið 4:28 Efesusbrævið

Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri við hondum sínum tað, sum gott er, so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!

6
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan

Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““

5
Seinna Korintbrævið 8:1 Seinna Korintbrævið

Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia,

5
Seinna Korintbrævið 8:2 Seinna Korintbrævið

at hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt.

5
Seinna Korintbrævið 8:3 Seinna Korintbrævið

Tí eftir førimuni góvu tey – tað vitni eg – ja, út um førimun, av egnum eintingum.

5
Seinna Korintbrævið 8:4 Seinna Korintbrævið

Tey bønaðu okkum um at sleppa at vera við í hjálpini til hini heilagu.

5
Seinna Korintbrævið 8:5 Seinna Korintbrævið

Og tey góvu, ikki bert so sum vit høvdu vónað; nei, tey góvu seg sjálv við – fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds,

5
Seinna Korintbrævið 8:6 Seinna Korintbrævið

so at vit bóðu Titus um, at sum hann frammanundan hevði byrjað, hann soleiðis skuldi fullføra hjá tykkum eisini hetta kærleiksverk.

5
Seinna Korintbrævið 8:7 Seinna Korintbrævið

Ja, eins og tit eru ríkir í øllum, í trúgv, í talu, í kunnskapi, í øllum íðinskapi, í kærleika tykkara til okkara – verið soleiðis nú eisini ríkir í hesum kærleiksverki!

5
Seinna Korintbrævið 8:8 Seinna Korintbrævið

Eg sigi hetta ikki sum boð, men fyri við íðinskapi annara eisini at royna, hvussu sannur kærleiki tykkara roynist.

5
Seinna Korintbrævið 8:9 Seinna Korintbrævið

Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.

5
Seinna Korintbrævið 8:10 Seinna Korintbrævið

Eg sigi hugsan mína í hesum. Hetta er tykkum til gagn, sum longu í fjør vóru hinir fyrstu at fara undir verkið – og ikki bert tað, men eisini at seta tykkum tað fyri.

5
Seinna Korintbrævið 8:11 Seinna Korintbrævið

Fullførið nú eisini verkið, fyri at, eins og tit vóru til reiðar at seta tykkum tað fyri, tit soleiðis eisini kunnu fullføra tað, eftir førimuni tykkara!

5
Seinna Korintbrævið 8:12 Seinna Korintbrævið

Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er – eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur.

5
Seinna Korintbrævið 8:13 Seinna Korintbrævið

Hetta sigi eg, ikki fyri at onnur skulu hava lætta, og tit líða neyð, men fyri at javnaður skal vera: Hesa ferð kemur yvirflóð tykkara trongd teirra til hjálpar,

5
Seinna Korintbrævið 8:14 Seinna Korintbrævið

fyri at eisini yvirflóð teirra kann koma trongd tykkara til hjálpar, og soleiðis javnaður kann vera

5
Seinna Korintbrævið 8:15 Seinna Korintbrævið

– sum skrivað er: „Tann, ið savnaði nógv, fekk einki til avlops, og tann, ið savnaði lítið, hevði ikki ov lítið.“

5
Seinna Korintbrævið 8:16 Seinna Korintbrævið

Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum!

5
Seinna Korintbrævið 8:17 Seinna Korintbrævið

Tí hann tók væl við, táið eg mældi honum til, ja, íðinskapur hansara er so stórur, at hann av egnum eintingum fer avstað til tykkara.

5
Seinna Korintbrævið 8:18 Seinna Korintbrævið

Saman við honum senda vit hin bróðurin, sum í øllum samkomunum verður róstur fyri íðinskap sín í evangeliinum –

5
Seinna Korintbrævið 8:19 Seinna Korintbrævið

og ikki bert tað, men hann er eisini av samkomunum valdur at fara saman við okkum við hesi kærleiksgávu, sum kemur í lag við tænastu okkara – Harranum til dýrd og til vitnisburð um villiga sinni okkara.

5
Seinna Korintbrævið 8:20 Seinna Korintbrævið

Við tí forða vit fyri, at nakar skal fáa lastað okkum fyri nakað viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum kemur í lag við tænastu okkara.

5
Seinna Korintbrævið 8:21 Seinna Korintbrævið

Tí vit leggja okkum eftir tí, sum gott er, ikki bert í eygum Harrans, men eisini í eygum manna.

5
Seinna Korintbrævið 8:22 Seinna Korintbrævið

Saman við teimum senda vit bróður okkara, sum vit so ofta og í mongum hava sæð ídnan, og sum nú er enn ídnari, av tí at hann hevur so nógv álit á tykkum.

5
Seinna Korintbrævið 8:23 Seinna Korintbrævið

Annaðhvørt tað nú er Titus, so er hann felagi mín og arbeiðir saman við mær fyri tykkum – ella tað eru aðrir av brøðrum okkara, so eru teir sendimenn samkomanna og æra Kristusar.

5
Seinna Korintbrævið 8:24 Seinna Korintbrævið

Latið teir tá, fyri eygum samkomanna, fáa prógvið fyri kærleika tykkara og tí, sum vit hava róst tykkum fyri!

5
Seinna Korintbrævið 9:1 Seinna Korintbrævið

Um hjálpina til hini heilagu er mær nú óneyðugt at skriva til tykkara;

5
Seinna Korintbrævið 9:2 Seinna Korintbrævið

eg veit jú, hvussu villigir tit eru, og eg rósi mær av tí hjá Makedoningum tykkum viðvíkjandi og sigi, at Akaia hevur verið til reiðar líka síðani í fjør; og íðinskapur tykkara hevur eggjað mong onnur.

5
Seinna Korintbrævið 9:3 Seinna Korintbrævið

Men eg sendi brøðurnar, fyri at tað, sum vit hava róst okkum av tykkum viðvíkjandi, ikki í hesum skal roynast fáfongt, og fyri at tit – sum eg havi sagt – skulu vera til reiðar.

5
Seinna Korintbrævið 9:4 Seinna Korintbrævið

Annars, táið Makedoningar koma við mær og síggja, at tit eru ikki lidnir, verða vit – fyri ikki at siga tit sjálvir – til skammar við hesum áliti.

5
Seinna Korintbrævið 9:5 Seinna Korintbrævið

Tí helt eg vera neyðugt at mæla brøðrunum til at fara undan til tykkara og frammanundan fáa hina áður lovaðu gávu tykkara í lag, so hon kann vera til reiðar sum signing og ikki sum pírin gáva.

5
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið

Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.

5
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið

Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!

5
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið

Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk

5
Seinna Korintbrævið 9:9 Seinna Korintbrævið

– sum skrivað er: „Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku; rættvísi hansara verður í allar ævir.“

5
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið

Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,

5
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið

so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.

5
Seinna Korintbrævið 9:12 Seinna Korintbrævið

Tí hjálpin, sum kemur í lag við hesi tænastu, bøtir ikki bert um tað, ið fattast hinum heilagu; nei, hon ber eisini ávøkst í yvirflóð við tí, at mong takka Gudi.

5
Seinna Korintbrævið 9:13 Seinna Korintbrævið

Tí við tí roynda hjartalagi, henda hjálp vísir, koma tey at prísa Gudi fyri lýdni tykkara í játtanini av evangelii Kristusar og fyri, at tit av so góðum hjarta vísa teimum og øllum felagsskap –

5
Seinna Korintbrævið 9:14 Seinna Korintbrævið

við tað at tey eisini biðja fyri tykkum, og teimum leingist eftir tykkum – fyri teirrar Guds náði skuld, sum so ovurhonds rík er yvir tykkum.

5
Seinna Korintbrævið 9:15 Seinna Korintbrævið

Gudi veri tøkk fyri ósigiligu gávu Hansara!

5
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

4