at geva aftur
15 versir um "at geva aftur"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Malakias 3:9 Malakias
Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Matteus 10:8 Matteus
Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar! Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.
Lukas 3:11 Lukas
Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið
so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.