at gerast illur ella keddur

8 versir um "at gerast illur ella keddur"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini

Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.

5
Prædikarin 7:9 Prædikarin

Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!

3
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið

við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað

3
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini

Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.

2
Markus 10:18 Markus

Jesus segði við hann: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.

2
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

2
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið

Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

2