at gera vatn til vín
11 versir um "at gera vatn til vín"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 2:1 Jóhannes
Triðja dagin var brúdleyp í Kana í Galilea, og móðir Jesus var har.
Jóhannes 2:2 Jóhannes
Eisini Jesus og lærisveinar Hansara vórðu bodnir í brúdleypið.
Jóhannes 2:3 Jóhannes
Nú varð vínið uppi, og móðir Jesus segði við Hann: „Tey hava einki vín.“
Jóhannes 2:4 Jóhannes
Jesus svaraði henni: „Hvat havi Eg við teg at gera, kvinna! Tími Mín er ikki komin enn.“
Jóhannes 2:5 Jóhannes
Móðir Hansara segði við tænararnar: „Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.“
Jóhannes 2:6 Jóhannes
Nú stóðu har seks vatníløt av steini, soleiðis sum siður var hjá Jødunum við reinsan; tey tóku hvørt tvey ella trý bat.
Jóhannes 2:7 Jóhannes
Jesus segði við tey: „Fyllið íløtini við vatni!“ Tey fyltu tey tá á tremur.
Jóhannes 2:8 Jóhannes
So segði Hann við tey: „Oysið nú uppúr og berið fyristøðumanninum!“ Tey bóru honum tað.
Jóhannes 2:9 Jóhannes
Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið – sum var vorðið vín – og ikki visti, hvaðani tað var komið – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vistu tað – rópti fyristøðumaðurin brúðgómin og segði við hann:
Jóhannes 2:10 Jóhannes
„Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!“
Jóhannes 2:11 Jóhannes
– Hetta fyrsta tekin Sítt gjørdi Jesus í Kana í Galilea – og opinberaði dýrd Sína, og lærisveinar Hansara trúðu á Hann.