at gera tað rætta
29 versir um "at gera tað rætta"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Orðtøkini 21:3 Orðtøkini
At gera rætt og skjal hevur meiri virði fyri HARRANUM enn offur.
Matteus 5:10 Matteus
Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Matteus 5:11 Matteus
Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.
Matteus 5:12 Matteus
Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum.
Rómverjabrævið 7:15 Rómverjabrævið
Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini
Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið
Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
Galatiabrævið 6:11 Galatiabrævið
Hyggið, við hvussu stórum støvum eg havi skrivað til tykkara við míni egnu hond!
Galatiabrævið 6:12 Galatiabrævið
So mangir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir eru tað, ið tvinga tykkum at lata tykkum umskera, bert fyri ikki at verða søktir at fyri kross Kristusar.
Galatiabrævið 6:13 Galatiabrævið
Tí teir, sum umskornir eru, halda ikki lógina sjálvir heldur; men teir vilja hava tykkum at lata tykkum umskera, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara.
Galatiabrævið 6:14 Galatiabrævið
Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!
Galatiabrævið 6:15 Galatiabrævið
Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur.
Galatiabrævið 6:16 Galatiabrævið
Og so mong, sum hesi reglu fylgja – yvir teimum veri friður og miskunn, og yvir Ísrael Guds!
Seinna Krønikubók 15:7 Seinna Krønikubók
Men verið tit hugreystir og latið ikki mótið falla! Tað skal ikki verða lønarleyst, tað, ið tit gera.“
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Lukas 16:13 Lukas
Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“
Rómverjabrævið 2:6 Rómverjabrævið
Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara.
Rómverjabrævið 2:7 Rómverjabrævið
Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.