at gera sær óneyðugan ótta

10 versir um "at gera sær óneyðugan ótta"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!

3
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið

Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.

3
Triðja Mósebók 14:44 Triðja Mósebók

so skal presturin koma og sýna húsið; vísir tað seg tá, at plettirnir hava breitt seg á húsinum, so er tað spitalska av ringasta slagi á húsinum; tað er óreint.

2
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir

Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!

2
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

2
Orðtøkini 19:3 Orðtøkini

Menniskjans egni dárskapur forkemur vegi hansara, men í hjartanum ilskast hann á HARRAN.

2
Orðtøkini 24:19 Orðtøkini

Ilskast ikki um hini óndu, og øvunda ikki gudleys!

2
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

2
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

2
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

2