at gera narr av øðrum
20 versir um "at gera narr av øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:5 Orðtøkini
Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður.
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Orðtøkini 11:12 Orðtøkini
Tann, ið tosar vanvirðisliga um næsta sín, honum fattast vit; vitigur maður tigur.
Orðtøkini 24:17 Orðtøkini
Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast
Orðtøkini 26:18 Orðtøkini
Sum óður maður, ið skjýtur við brennandi pílum – drepandi skot –
Orðtøkini 26:19 Orðtøkini
er tann, ið svíkur næsta sín og so sigur: „Eg narrist jú bert!“
Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Galatiabrævið 5:15 Galatiabrævið
Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum!
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Lukas 6:31 Lukas
Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Seinna Kongabók 2:23 Seinna Kongabók
Haðani fór hann til Betel. Meðan hann var á leið hagar, komu nakrir smádreingir út úr býnum; teir hildu hann fyri spott og róptu eftir honum: „Kom higar, beriskalli! Kom higar, beriskalli!“
Seinna Kongabók 2:24 Seinna Kongabók
Hann vendi sær á, og táið hann fekk at síggja teir, bannaði hann teimum í navni HARRANS; tá komu tvær bjarnir út úr skóginum og skræddu sundur 42 av dreingjunum.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!