at gera liðugt tað tú byrjar

20 versir um "at gera liðugt tað tú byrjar"

Versir

Síða 1 av 1
Filippibrævið 1:6 Filippibrævið

Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.

8
Prædikarin 7:8 Prædikarin

Betri er endi málsins enn byrjanin; betri er at vera tolin enn hugmóðigur.

7
Seinna Korintbrævið 8:11 Seinna Korintbrævið

Fullførið nú eisini verkið, fyri at, eins og tit vóru til reiðar at seta tykkum tað fyri, tit soleiðis eisini kunnu fullføra tað, eftir førimuni tykkara!

7
Seinna Korintbrævið 8:10 Seinna Korintbrævið

Eg sigi hugsan mína í hesum. Hetta er tykkum til gagn, sum longu í fjør vóru hinir fyrstu at fara undir verkið – og ikki bert tað, men eisini at seta tykkum tað fyri.

4
Seinna Korintbrævið 8:12 Seinna Korintbrævið

Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er – eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur.

4
Opinberingin 3:2 Opinberingin

Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum.

4
Lukas 14:28 Lukas

Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!

3
Lukas 14:29 Lukas

Tí annars – táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað – fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga:

3
Lukas 14:30 Lukas

„Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!“

3
Jóhannes 4:34 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara.

3
Seinna Timoteusarbrævið 4:7 Seinna Timoteusarbrævið

Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.

3
Fyrsta Mósebók 2:1 Fyrsta Mósebók

Soleiðis fullførdust himmalin og jørðin og allur herur teirra.

2
Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók

Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.

2
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók

Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.

2
Nehemias 6:15 Nehemias

Múrurin var liðugur tann fimta og tjúgunda í elul mánaði; tað hevði tikið 52 dagar.

2
Nehemias 6:16 Nehemias

Táið allir fíggindar okkara frættu hetta, og øll fólkini rundan um okkum sóu tað, minkaðu teir nógv í sínum egnu eygum, og teir skiltu, at hetta verk var útint við hjálp Guds okkara.

2
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

2
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!

2
Hebrearabrævið 12:1 Hebrearabrævið

Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,

2
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.

2