at gera gott
12 versir um "at gera gott"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið
Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Jákupsbrævið 2:14 Jákupsbrævið
Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann!
Jákupsbrævið 2:15 Jákupsbrævið
– Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin,
Jákupsbrævið 2:16 Jákupsbrævið
hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: „Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!“ – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar!
Jákupsbrævið 2:17 Jákupsbrævið
– Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.