at gera betur enn væntað

20 versir um "at gera betur enn væntað"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Korintbrævið 3:1 Seinna Korintbrævið

Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli! Ella man okkum, eins og summum, tørva viðmælisbrøv – til tykkara ella frá tykkum!

3
Seinna Korintbrævið 3:2 Seinna Korintbrævið

– Tit eru bræv okkara, skrivað inn í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum,

3
Seinna Korintbrævið 3:3 Seinna Korintbrævið

við tað at skilliga sæst, at tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum, skrivað, ikki við blekki, men við Anda hins livandi Guds, ikki á steintalvur, men á kjøttalvur hjartans.

3
Seinna Korintbrævið 3:4 Seinna Korintbrævið

Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi

3
Seinna Korintbrævið 3:5 Seinna Korintbrævið

– ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp – eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi,

3
Seinna Korintbrævið 3:6 Seinna Korintbrævið

sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi.

3
Seinna Korintbrævið 3:7 Seinna Korintbrævið

Um nú tænasta deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar, kom fram í dýrd, so Ísraelsmenn fingu ikki hugt á andlit Mósesar fyri dýrd andlits hansara – sum tó svann burtur –

3
Seinna Korintbrævið 3:8 Seinna Korintbrævið

hvussu mikið meiri skal tá ikki tænasta Andans vera í dýrd!

3
Seinna Korintbrævið 3:9 Seinna Korintbrævið

Hevði tænasta fordømingarinnar dýrd, so er mangan meir tænasta rættvísinnar rík í dýrd.

3
Seinna Korintbrævið 3:10 Seinna Korintbrævið

Ja, sjálvt tað, sum dýrd hevði, er her uttan dýrd, borið saman við hesa mangan størri dýrd.

3
Seinna Korintbrævið 3:11 Seinna Korintbrævið

Tí var tað, sum burtur svann, í dýrd – mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd.

3
Seinna Korintbrævið 3:12 Seinna Korintbrævið

Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi

3
Seinna Korintbrævið 3:13 Seinna Korintbrævið

og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur.

3
Seinna Korintbrævið 3:14 Seinna Korintbrævið

Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi.

3
Seinna Korintbrævið 3:15 Seinna Korintbrævið

Ja, enn í dag liggur aftur yvir hjarta teirra, táið Móses verður lisin upp.

3
Seinna Korintbrævið 3:16 Seinna Korintbrævið

Men táið tey venda við til Harran, verður tað, sum aftur yvir liggur, tikið burt.

3
Seinna Korintbrævið 3:17 Seinna Korintbrævið

Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi.

3
Seinna Korintbrævið 3:18 Seinna Korintbrævið

Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.

3
Judasarbrævið 1:24 Judasarbrævið

Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði,

3
Judasarbrævið 1:25 Judasarbrævið

Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen.

3