at ganga upp í staðbundnu samkomuna
9 versir um "at ganga upp í staðbundnu samkomuna"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan
tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Fyrra Korintbrævið 1:2 Fyrra Korintbrævið
til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heilag, saman við øllum, sum á einum og hvørjum staði ákalla navn Harra okkara Jesu Krists – teirra og okkara.
Kolossibrævið 1:18 Kolossibrævið
Hann er høvd likamsins – samkomunnar – Hann, sum er upphavið, hin frumborni av hinum deyðu. Soleiðis skuldi Hann í øllum vera hin fyrsti.
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!