at ganga saman við Gudi

14 versir um "at ganga saman við Gudi"

Versir

Síða 1 av 1
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

4
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið

Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.

4
Fyrsta Mósebók 5:24 Fyrsta Mósebók

– Enok livdi við Gudi; og hann var ikki longur; tí Gud tók hann.

3
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

3
Fimta Mósebók 5:33 Fimta Mósebók

Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga – so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn.“

3
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

3
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

3
Amos 3:3 Amos

Munnu tveir fylgjast, uttan teir hava gjørt tað av hvør við annan!

3
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

2
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið

Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!

2
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

2
Kolossibrævið 2:6 Kolossibrævið

Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,

2
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið

Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.

2