at ganga rættvísisliga

55 versir um "at ganga rættvísisliga"

Versir

Síða 1 av 2
Sálmarnir 15:2 Sálmarnir

Tann, ið livir ólastandi, ger tað, ið rætt er, og talar sannleik í hjartanum,

8
Sálmarnir 84:11 Sálmarnir

Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.

8
Fyrsta Mósebók 17:1 Fyrsta Mósebók

Táið Ábram var 99 ár, opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: „Eg eri Gud hin Alvaldi, liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi!

7
Orðtøkini 2:7 Orðtøkini

Hann goymir hinum sannhjartaðu lukku, Hann er øllum teimum skjøldur, sum liva ólastandi!

6
Orðtøkini 10:9 Orðtøkini

Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.

5
Fyrra Kongabók 3:6 Fyrra Kongabók

Sálomo svaraði: „Tú hevur víst tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, stóra náði – hann livdi jú eisini fyri ásjón Tíni í trúskapi og rættvísi og við sonnum hjarta; og Tú lætst hesa stóru náði halda við at vera yvir honum og gavst honum son at sita í hásæti hansara – soleiðis sum nú gongur sjón fyri søgn.

4
Lukas 1:6 Lukas

Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans.

4
Job 1:1 Job

Í Uzlandi búði maður, ið æt Job. Hann var ólastandi og rættsintur maður, ið óttaðist Gud og helt seg frá tí, sum ónt var.

3
Orðtøkini 28:18 Orðtøkini

Tann, ið ólastandi livir, skal verða bjargaður, men hin falski, ið gongur á tvinnanda leiðum, skal falla á aðrari.

3
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:6 Seinna Timoteusarbrævið

Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:7 Seinna Timoteusarbrævið

og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:8 Seinna Timoteusarbrævið

Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:9 Seinna Timoteusarbrævið

Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:10 Seinna Timoteusarbrævið

Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:11 Seinna Timoteusarbrævið

í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:12 Seinna Timoteusarbrævið

– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:13 Seinna Timoteusarbrævið

Men ónd menniskju og svikarar fara fram til hitt verra; tey villleiða og verða villleidd.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:14 Seinna Timoteusarbrævið

Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:15 Seinna Timoteusarbrævið

og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

3
Fyrra Kongabók 9:4 Fyrra Kongabók

Livir tú nú lív títt fyri ásjón Míni, soleiðis sum Dávid, faðir tín, gjørdi, við reinum og sonnum hjarta, so tú gert alt tað, ið Eg havi álagt tær, og heldur boð Míni og lógir Mínar,

2
Job 1:2 Job

Hann fekk sjey synir og tríggjar døtur;

2
Job 1:3 Job

og hann átti 7000 kríatúr av smáfæi, 3000 kamelar, 500 pør av neytum, 500 esilsryssur og ógvuliga nógvar trælir, so at hann var mektigari enn nakar annar Eysturlendingur.

2
Job 1:4 Job

Synir hansara høvdu tann sið at halda veitslu, hvør sín dag heima hjá sær, og teir sendu tá hinum trimum systrum sínum boð og buðu teimum at eta og drekka við sær.

2
Job 1:5 Job

Hvørja ferð so veitsla hevði verið hjá teimum øllum, sendi Job boð eftir teimum og halgaði tey, og árla á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvørt teirra; tí Job segði: „Tað kann vera, at børn míni hava syndað og bannað Gudi í hjartanum.“ Soleiðis gjørdi Job hvørja ferð.

2
Job 1:6 Job

Nú bar so á ein dag, at synir Guds komu og stigu fram fyri HARRAN, og millum teirra kom eisini Satan.

2
Job 1:7 Job

HARRIN spurdi Satan: „Hvaðani kemur tú?“ Satan svaraði HARRANUM: „Eg havi farið um jørðina og reikað aftur og fram á henni.“

2
Job 1:8 Job

Tá spurdi HARRIN Satan: „Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann – so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er.“

2
Job 1:9 Job

Men Satan svaraði HARRANUM: „Eg skal ætla, at tað er fyri einki, Job óttast Gud!

2
Job 1:10 Job

Nei, Tú hevur jú laðað garð um hann og hús hansara og alt, ið hann eigur, heilt rundanum! Handaverk hansara hevur Tú signað, og fylgi hansara breiða seg um landið.

2
Job 1:11 Job

Men rætt bert út hondina og nem við alt, ið hann eigur – vita, um hann bannar Tær ikki beint upp í eyguni!“

2
Job 1:12 Job

Tá segði HARRIN við Satan: „Gott! Alt, ið hann eigur, er í hond tíni; bert móti honum sjálvum mást tú ikki rætta út hondina!“ – So fór Satan burtur frá ásjón HARRANS.

2
Job 1:13 Job

So ein dag ið synir og døtur hansara ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum,

2
Job 1:14 Job

kom ein til Job og segði: „Neytini gingu fyri plónum, og esilsryssurnar lógu og ótu tætt við;

2
Job 1:15 Job

tá hildu Sabearar á og tóku tey; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“

2
Job 1:16 Job

Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom ein annar og segði: „Eldur Guds fall niður av himli og sló niður millum smáfæið og dreingirnar og brendi tey upp; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“

2
Job 1:17 Job

Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann triði og segði: „Kaldearar komu í trimum flokkum og løgdu á kamelarnar og tóku teir; dreingirnar høgdu teir niður við svørði; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“

2
Job 1:18 Job

Hesin var ikki liðugur at tosa, tá kom tann fjórði og segði: „Synir tínir og døtur tínar ótu og drukku heima hjá elsta bróðurinum;

2
Job 1:19 Job

tá kom knappliga harður stormur handan úr oyðimørkini; hann tók í øll fýra horn húsins, so tað fór umkoll oman yvir tey ungu og drap tey; eg var tann einasti, ið slapp, so eg kundi bera tær boð um tað.“

2
Job 1:20 Job

Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað

2
Job 1:21 Job

og segði: „Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur – HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!“

2
Job 1:22 Job

– Í øllum hesum syndaði Job ikki, og hann lastaði ikki Gud fyri tað, ið hent hann hevði.

2
Sálmarnir 26:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Fá mær rætt, HARRI, tí eg livi ólastandi, og á HARRAN líti eg uttan at vikast!

2