at ganga inn í hvílu Guds

116 versir um "at ganga inn í hvílu Guds"

Versir

Síða 3 av 3
Hebrearabrævið 3:3 Hebrearabrævið

Tí hesin er hildin so mikið meiri dýrd verdur enn Móses, sum tann, ið húsið gjørdi, hevur meiri æru enn húsið sjálvt.

2
Hebrearabrævið 3:4 Hebrearabrævið

Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.

2
Hebrearabrævið 3:5 Hebrearabrævið

Víst var Móses trúgvur í øllum húsi Hansara sum tænari, til at vitna tað, ið talast skuldi;

2
Hebrearabrævið 3:6 Hebrearabrævið

men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit – so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan.

2
Hebrearabrævið 3:7 Hebrearabrævið

– Sum Heilagi Andin tí sigur: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara –

2
Hebrearabrævið 3:8 Hebrearabrævið

herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini,

2
Hebrearabrævið 3:9 Hebrearabrævið

har fedrar tykkara freistaðu Meg og royndu Meg, teir, sum tó sóu verk Míni í 40 ár!

2
Hebrearabrævið 3:10 Hebrearabrævið

Tí varð Eg vreiður á ta ætt og segði: „Tey villast altíð í hjartanum!“ Men tey kendu ikki vegir Mínar;

2
Hebrearabrævið 3:11 Hebrearabrævið

so svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!““

2
Hebrearabrævið 3:12 Hebrearabrævið

– síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi!

2
Hebrearabrævið 3:13 Hebrearabrævið

Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur „í dag“, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!

2
Hebrearabrævið 3:14 Hebrearabrævið

Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan.

2
Hebrearabrævið 3:15 Hebrearabrævið

– Táið nú verður sagt: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara – so herðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum!“

2
Hebrearabrævið 3:16 Hebrearabrævið

– hvørji vóru tá tey, sum hoyrdu og voldu tó beiskleika? Vóru tað ikki øll, sum fóru út av Egyptalandi við Mósesi!

2
Hebrearabrævið 3:17 Hebrearabrævið

Hvørji var Hann vreiður á í 40 ár? Vóru tað ikki tey, sum syndaðu, so deyðu kroppar teirra fullu í oyðimørkini!

2
Hebrearabrævið 3:18 Hebrearabrævið

Og um hvørji var tað, Hann svór, at tey skuldu ikki koma inn til hvílu Hansara, uttan um tey, sum ikki høvdu viljað trúð!

2