at ganga inn í hvílu Guds
116 versir um "at ganga inn í hvílu Guds"
Versir
Síða 1 av 3Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Hebrearabrævið 4:1 Hebrearabrævið
Við tað at nú lyfti um at koma inn til hvílu Hansara enn stendur eftir, so latið okkum við ótta síggja til, at eingin av tykkum skal finnast liggjandi eftir!
Hebrearabrævið 4:2 Hebrearabrævið
Hin glaði boðskapur er kunngjørdur okkum við, líka væl sum teimum; men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki; tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv.
Hebrearabrævið 4:3 Hebrearabrævið
Vit, ið eru komin til trúgv, ganga jú inn til hvíluna – soleiðis sum Hann hevur sagt: „So svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!““ – og hetta, tóat verkini vóru fullgjørd, frá tí heimurin varð grundaður.
Hebrearabrævið 4:4 Hebrearabrævið
Um hin sjeynda dagin hevur Hann einastaðni sagt so: „Gud hvíldi hin sjeynda dagin eftir øll verk Síni“
Hebrearabrævið 4:5 Hebrearabrævið
– og uppaftur her: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!“
Hebrearabrævið 4:6 Hebrearabrævið
Við tað at soleiðis stendur eftir, at nøkur skulu koma inn til hana, og tey, sum fyrst fingu hin glaða boðskap at hoyra, fóru ikki inn fyri vantrúar skuld,
Hebrearabrævið 4:7 Hebrearabrævið
so ásetur Hann aftur dag: „Í dag“ – táið Hann so langa tíð eftir sigur við Dávidi – soleiðis sum frammanundan er nevnt: „Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!“
Hebrearabrævið 4:8 Hebrearabrævið
– Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni.
Hebrearabrævið 4:9 Hebrearabrævið
So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.
Hebrearabrævið 4:10 Hebrearabrævið
Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni.
Hebrearabrævið 4:11 Hebrearabrævið
Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um!
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.
Hebrearabrævið 4:13 Hebrearabrævið
Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.
Hebrearabrævið 4:14 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina!
Hebrearabrævið 4:15 Hebrearabrævið
Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.
Hebrearabrævið 4:16 Hebrearabrævið
Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!
Sálmarnir 95:1 Sálmarnir
Komið, latið okkum fegnast fyri HARRANUM, rópa av gleði fyri frelsukletti okkara!
Sálmarnir 95:2 Sálmarnir
Latið okkum við tøkk stíga fram fyri ásjón Hansara, rópa av gleði fyri Honum við sálmum!
Sálmarnir 95:3 Sálmarnir
Tí HARRIN er veldigur Gud, kongur, stórur yvir øllum gudum;
Sálmarnir 95:4 Sálmarnir
í hond Hansara eru jarðardjúpini; fjallatindarnir eru Hansara;
Sálmarnir 95:5 Sálmarnir
havið er Hansara, Hann hevur skapt tað; og hendur Hansara hava gjørt turrlendið.
Sálmarnir 95:6 Sálmarnir
Komið, latið okkum falla niður og boyggja okkum, latið okkum falla á knæ fyri HARRANUM, skapara okkara!
Sálmarnir 95:7 Sálmarnir
Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. – Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara!
Sálmarnir 95:8 Sálmarnir
Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hina ferðina við Massa í oyðimørkini,
Sálmarnir 95:9 Sálmarnir
táið fedrar tykkara freistaðu Meg, táið teir royndu Meg, teir, sum tó høvdu sæð verk Mítt!
Sálmarnir 95:10 Sálmarnir
Í 40 ár beyð tann ættin Mær ímóti, og Eg segði: „Tey eru fólk við vilstum hjarta, tey kenna ikki vegir Mínar!“
Sálmarnir 95:11 Sálmarnir
So svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!“
Hebrearabrævið 3:19 Hebrearabrævið
Vit síggja tá, at tað var fyri vantrúar skuld, tey kundu ikki koma inn.
Onnur Mósebók 33:14 Onnur Mósebók
Hann svaraði: „Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?“
Fimta Mósebók 28:1 Fimta Mósebók
„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
Fimta Mósebók 28:2 Fimta Mósebók
allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
Fimta Mósebók 28:3 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:4 Fimta Mósebók
Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:5 Fimta Mósebók
Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:6 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:7 Fimta Mósebók
Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær.
Fimta Mósebók 28:8 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 28:9 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað – sum Hann við eiði hevur lovað tær – so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara.
Fimta Mósebók 28:10 Fimta Mósebók
Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg.
Fimta Mósebók 28:11 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
Fimta Mósebók 28:12 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
Fimta Mósebók 28:13 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
Fimta Mósebók 28:14 Fimta Mósebók
og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
Fimta Mósebók 28:15 Fimta Mósebók
Men hoyrir tú ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum boðum og lógum Hansara, sum eg í dag gevi tær, tá skulu øll hesi bann koma yvir teg og náa tær:
Fimta Mósebók 28:16 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera í staðnum, og bannaður skalt tú vera á markini.
Fimta Mósebók 28:17 Fimta Mósebók
Bannað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
Fimta Mósebók 28:18 Fimta Mósebók
Bannað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
Fimta Mósebók 28:19 Fimta Mósebók
Bannaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og bannaður skalt tú vera, táið tú fert út.
Fimta Mósebók 28:20 Fimta Mósebók
HARRIN skal senda yvir teg bann, ræðslu og straff í øllum, sum tú rættir út hondina til og fert undir at gera, inntil endi er á tær, og tú brádliga gongur til grundar aftur fyri illgerðir tínar, at tú vendi Mær bakið.