at ganga í forbøn
23 versir um "at ganga í forbøn"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Hebrearabrævið 7:25 Hebrearabrævið
Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.
Ezekiel 33:6 Ezekiel
Men táið vaktarin sær svørðið koma og blæsur ikki í lúður – og fólkið so ikki verður ávarað – og svørðið kemur og rívur burt ein teirra, tá verður hann víst rivin burt fyri misgerð sína, men blóð hansara skal Eg krevja av hond vaktarans.
Ezekiel 33:7 Ezekiel
– Teg, menniskjasonur, havi Eg sett húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.
Ezekiel 22:30 Ezekiel
Eg leitaði millum teirra eftir manni, ið vildi reisa múr og stíga fram í skarðið móti Mær, landinum til verju, so Eg legði tað ikki í oyði – men Eg fann ongan.
Ezekiel 22:31 Ezekiel
Tí úthelli Eg bræði Mína yvir tey, í brennandi vreiði Míni geri Eg enda á teimum; atburð teirra lati Eg koma yvir høvd teirra – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 3:20 Ezekiel
Og táið ein rættvísur vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal Eg leggja snávistein á leið hansara – hann skal doyggja! Táið tú tá ikki hevur ávarað hann, skal hann doyggja í synd síni, og rættvísigerðirnar, ið hann hevur gjørt, skulu ikki verða minstar honum – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
Ezekiel 3:21 Ezekiel
Men táið tú hevur ávarað hin rættvísa, at hann, hin rættvísi, má ikki synda – og hann ikki syndar, skal hann vissuliga liva, við tað at hann tók við ávaring – og tú hevur bjargað sál tíni!“
Onnur Mósebók 34:8 Onnur Mósebók
Tá skundaði Móses sær at kasta seg til jarðar og tilbiðja.
Onnur Mósebók 34:9 Onnur Mósebók
Og hann segði: „HARRI, havi eg funnið náði fyri eygum Tínum, so kom við okkum, HARRI! Tí um so er, at tað er eitt harðvunnið fólk, so vilt Tú jú kortini fyrigeva okkum misgerðir og syndir okkara og lata okkum vera ogn Tína!“
Esaias 59:15 Esaias
Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, varð til rán. – Hetta sá HARRIN, og tað mislíkaði Honum, at eingin rættur var;
Esaias 59:16 Esaias
Hann sá, at eingin steig fram, og Hann undraðist á, at har eingin var, sum flutti mál Hansara. Tá hjálpti Honum armur Hansara, og rættvísi Hansara styðjaði Hann.
Ezekiel 3:17 Ezekiel
„Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.
Ezekiel 3:18 Ezekiel
Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú tá ikki ávarar hann, ikki talar og gevur hinum gudleysa ávaring viðvíkjandi gudleysa atburði hansara – fyri at bjarga lívi hansara – skal hann, hesin gudleysi, doyggja fyri misgerð sína – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
Ezekiel 3:19 Ezekiel
Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa, og hann vendir ikki við frá gudloysi sínum og ógudiliga atburði sínum, skal hann doyggja fyri misgerð sína – og tú hevur bjargað sál tíni!
Jóhannes 16:24 Jóhannes
Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!
Fyrsta Mósebók 18:27 Fyrsta Mósebók
Men Ábraham tók aftur til orða: „Eg havi vágað mær at tala til Harran, tóat eg eri einki uttan dust og øska
Fyrsta Mósebók 18:28 Fyrsta Mósebók
– kanska 5 vanta í tey 50 rættvísu – oyðir Tú tá allan býin fyri hesi 5?“ Hann svaraði: „Eg skal ikki oyða býin, finni Eg 45 í honum.“
Fyrsta Mósebók 18:29 Fyrsta Mósebók
Men hann helt fram at tosa og segði við Hann: „Kanska har eru 40!“ Hann svaraði: „Eru 40, so skal Eg ikki gera tað.“
Fyrsta Mósebók 18:30 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Harri, verð ikki illur, um eg tali! Kanska har eru 30!“ Hann svaraði: „Eg skal ikki gera tað, finni Eg 30 í honum.“
Fyrsta Mósebók 18:31 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Eg havi vágað mær at tala til Harran – kanska har eru 20!“ Hann svaraði: „Eru 20, so skal Eg ikki oyða hann.“
Fyrsta Mósebók 18:32 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann: „Harri, verð ikki illur, um eg tali bert hesa einu ferðina enn! Kanska har eru 10!“ Hann svaraði: „Eru 10, so skal Eg ikki oyða hann.“
Fyrsta Mósebók 18:33 Fyrsta Mósebók
So fór HARRIN avstað, táið Hann var liðugur at tala við Ábraham, og Ábraham fór heimaftur til sín sjálvs.