at ganga á diskotek / klub
102 versir um "at ganga á diskotek / klub"
Versir
Síða 2 av 3Kolossibrævið 1:21 Kolossibrævið
Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum –
Kolossibrævið 1:22 Kolossibrævið
tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heilag, lýtaleys og ólastandi
Kolossibrævið 1:23 Kolossibrævið
– so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin.
Kolossibrævið 1:24 Kolossibrævið
Nú gleðist eg í líðingum mínum fyri tykkum; og tað, sum enn vantar á í kristslíðingunum, sum eg í holdi mínum má tola, uppfylli eg nú fyri likam Hansara, samkomuna;
Kolossibrævið 1:25 Kolossibrævið
tí tænari hennara eri eg vorðin eftir tí húshaldi Guds, sum mær er givið tykkara millum: Til fulnar at kunngera orð Guds,
Kolossibrævið 1:26 Kolossibrævið
loyndarmálið, sum hevur verið dult frá upphavi alra tíða og ætta, men nú er vorðið opinberað hinum heilagu Hansara.
Kolossibrævið 1:27 Kolossibrævið
Tí teimum vildi Gud kunngera, hvussu ríkt í dýrd tað er millum heidningarnar, hetta loyndarmál, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar.
Kolossibrævið 1:28 Kolossibrævið
Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi.
Kolossibrævið 1:29 Kolossibrævið
Fyri hetta arbeiði eisini eg – og stríði við kraft Hansara, sum veldiga virkar í mær.
Kolossibrævið 3:1 Kolossibrævið
Eru tit tá uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds!
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið
Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!
Kolossibrævið 3:3 Kolossibrævið
Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi.
Kolossibrævið 3:4 Kolossibrævið
Táið Kristus, lív okkara, opinberast, skulu eisini tit opinberast við Honum í dýrd.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Kolossibrævið 3:6 Kolossibrævið
Fyri hetta kemur vreiði Guds.
Kolossibrævið 3:7 Kolossibrævið
Í hesum livdu tit eisini áður, táið tit høvdu lív tykkara í tí.
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið
Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.
Kolossibrævið 3:9 Kolossibrævið
Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess
Kolossibrævið 3:10 Kolossibrævið
og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið
Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið
Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið
Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Kolossibrævið 3:22 Kolossibrævið
Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
Kolossibrævið 4:3 Kolossibrævið
Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum –
Kolossibrævið 4:4 Kolossibrævið
at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala!
Kolossibrævið 4:5 Kolossibrævið
Umgangist í vísdómi tey, sum uttanfyri eru, og keypið hina lagaligu tíð!
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið
Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!
Kolossibrævið 4:7 Kolossibrævið
Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt.
Kolossibrævið 4:8 Kolossibrævið
Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.
Kolossibrævið 4:9 Kolossibrævið
Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her.
Kolossibrævið 4:10 Kolossibrævið
Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um – kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum!
Kolossibrævið 4:11 Kolossibrævið
Eisini Jesus, sum kallast Justus, letur heilsa tykkum. Av hinum umskornu eru hesir teir einastu samverkamenn fyri ríki Guds, sum eru vorðnir mær til troyst.
Kolossibrævið 4:12 Kolossibrævið
Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara – tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.
Kolossibrævið 4:13 Kolossibrævið
Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis.
Kolossibrævið 4:14 Kolossibrævið
Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.
Kolossibrævið 4:15 Kolossibrævið
Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara!
Kolossibrævið 4:16 Kolossibrævið
Táið hetta bræv er lisið upp hjá tykkum, síggið tá til, at tað eisini verður lisið upp í samkomuni í Laodikea, og at eisini tit fáa lisið brævið úr Laodikea!