at fyrigeva morðsmanni

31 versir um "at fyrigeva morðsmanni"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 35:33 Fjórða Mósebók

Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið – fyri blóðið, ið har verður úthelt – uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur.

7
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið

Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!

7
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið

Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!

7
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

7
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið

„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“

7
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

7
Fimta Mósebók 19:11 Fimta Mósebók

Men táið maður hatar næsta sín og lúrir eftir honum, leggur á hann og slær hann, so hann doyr, og hann so flýggjar til ein av hesum býum,

6
Fimta Mósebók 19:12 Fimta Mósebók

tá skulu teir elstu í býi hansara senda boð og taka hann haðani og geva hann í hendur blóðhevnarans, og hann skal lata lív.

6
Fimta Mósebók 19:13 Fimta Mósebók

Tú mást ikki spara hann, nei, tú skalt reinsa Ísrael fyri sakleyst blóð – so tær kann gangast væl.

6
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

5
Fjórða Mósebók 35:30 Fjórða Mósebók

Táið onkur drepur menniskja, so má manndráparin ikki verða dripin, uttan meir enn eitt vitni er móti honum; tað, ið bert ein vitnar, er ikki nóg mikið at fella deyðadóm eftir.

5
Matteus 6:14 Matteus

Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;

5
Matteus 6:15 Matteus

men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

5
Markus 11:25 Markus

Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!

3
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

3
Orðtøkini 28:17 Orðtøkini

Tað menniskja, sum blóðskyld hvílir á, flýggjar, og tað beint í grøv sína; eingin má hjálpa tí!

2
Matteus 5:21 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“

2
Matteus 5:22 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.

2
Matteus 5:23 Matteus

Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær,

2
Matteus 5:24 Matteus

lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!

2
Matteus 18:21 Matteus

Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“

2
Matteus 18:22 Matteus

Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.

2
Lukas 17:3 Lukas

Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!

2
Lukas 17:4 Lukas

Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: „Eg angri tað!“ – so skalt tú fyrigeva honum.“

2
Efesusbrævið 4:32 Efesusbrævið

Verið í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!

2
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið

Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.

2
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið

Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!

2
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið

Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.

2
Opinberingin 21:7 Opinberingin

Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín.

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2