at fylgja Gudi

133 versir um "at fylgja Gudi"

Versir

Síða 3 av 3
Triðja Mósebók 26:27 Triðja Mósebók

Akta tit Meg nú kortini ikki, men standa Mær ímóti,

2
Triðja Mósebók 26:28 Triðja Mósebók

so skal eisini Eg í vreiði standa tykkum ímóti og tykta tykkum sjeyfalt meiri fyri syndir tykkara.

2
Triðja Mósebók 26:29 Triðja Mósebók

Tit skulu eta kjøtið av sonum tykkara og kjøtið av døtrum tykkara.

2
Triðja Mósebók 26:30 Triðja Mósebók

Eg skal leggja offurheyggjar tykkara í oyði og beina fyri sólstólpum tykkara; Eg skal dunga líkini av tykkum oman á teir deyðu kropparnar av andstyggiligu avgudum tykkara, og sál Míni skal standast við tykkum.

2
Triðja Mósebók 26:31 Triðja Mósebók

Eg skal gera býir tykkara til oyðimørk og leggja halgidómar tykkara í oyði, og Eg skal ikki njóta hin góða angan av ofrum tykkara.

2
Triðja Mósebók 26:32 Triðja Mósebók

Eg skal leggja land tykkara í oyði, so at fíggindar tykkara, sum búgva í tí, skulu óttast um tað;

2
Triðja Mósebók 26:33 Triðja Mósebók

tykkum sjálv skal Eg spjaða millum heidningarnar, og við drignum svørði skal Eg elta tykkum; land tykkara skal verða oyðið, og býir tykkara oyðimørk.

2
Triðja Mósebók 26:34 Triðja Mósebók

Tá skal landið fáa sabbatsár síni aftur – alla ta tíð tað liggur oyðið, meðan tit eru í landi fíggindans – ja, tá skal landið hvíla og fáa sabbatsár síni aftur!

2
Triðja Mósebók 26:35 Triðja Mósebók

Alla tíðina, ið tað liggur oyðið, skal tað hava hvíld – hvíldina, ið tað ikki fekk sabbatsár tykkara, táið tit búðu har.

2
Triðja Mósebók 26:36 Triðja Mósebók

Og tey, ið eftir verða av tykkum, teimum skal Eg geva mótleyst hjarta í landi fíggindans, so ljóðið av fúkandi blaði skal fáa tey at flýggja; tey skulu flýggja, sum ein flýggjar fyri svørði, og falla, tóat eingin er eftir teimum.

2
Triðja Mósebók 26:37 Triðja Mósebók

Tey skulu falla, hvørt um annað, sum svørð hevði verið eftir teimum – tóat eingin er eftir teimum. Ja, tit skulu ikki verða ment at standa móti fíggindum tykkara.

2
Triðja Mósebók 26:38 Triðja Mósebók

Tit skulu ganga til grundar millum heidningarnar, og land fígginda tykkara skal eta tykkum upp.

2
Triðja Mósebók 26:39 Triðja Mósebók

Tey, ið eftir verða av tykkum, skulu svinna burt í landi fígginda tykkara – fyri misgerðir sínar; eisini fyri misgerðir fedra sína skulu tey svinna burtur – sum teir.

2
Triðja Mósebók 26:40 Triðja Mósebók

Tá skulu tey játta misgerð sína og misgerð fedra sína, sum tey gjørdu í trúloysi sínum móti Mær. Eisini skulu tey játta, at fyri tað at tey stóðu Mær ímóti,

2
Triðja Mósebók 26:41 Triðja Mósebók

so mátti eisini Eg standa teimum ímóti og flyta tey burtur – í land fígginda teirra; ja, tá skal óumskorna hjarta teirra verða eyðmýkt, og tey skulu bøta fyri misgerð sína.

2
Triðja Mósebók 26:42 Triðja Mósebók

Tá skal Eg minnast sáttmála Mín við Jákup; eisini sáttmála Mín við Ísak og sáttmála Mín við Ábraham skal Eg minnast; og landið skal Eg hugsa um.

2
Triðja Mósebók 26:43 Triðja Mósebók

Men fyrst má landið sleppa frá teimum og fáa sabbatsár síni aftur, meðan tað liggur oyðið, og tey eru farin úr tí; og tey skulu bøta fyri misgerð sína, tí – ja, tí tey vanvirdu lógir Mínar og vrakaðu boð Míni.

2
Triðja Mósebók 26:44 Triðja Mósebók

Men heldur ikki tá – táið tey eru í landi fígginda sína – skal Eg koyra tey frá Mær ella vraka tey, so Eg skuldi gjørt tey til einkis ella brotið sáttmála Mín við tey; tí Eg eri HARRIN Gud teirra!

2
Triðja Mósebók 26:45 Triðja Mósebók

Nei, Eg skal – teimum til besta – minnast sáttmálan við fedrarnar, sum Eg leiddi út av Egyptalandi, beint fyri eygum heidninganna, til at vera Gud teirra. – Eg eri HARRIN!““

2
Triðja Mósebók 26:46 Triðja Mósebók

Hetta eru fyriskipanirnar, boðini og lógirnar, ið HARRIN ásetti millum Seg og Ísraelsmenn á Sinaifjalli við Mósesi.

2
Sálmarnir 144:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,

2
Orðtøkini 25:26 Orðtøkini

Sum gruggut kelda og spiltur brunnur er rættvísur maður, ið gevur eftir fyri gudleysum manni.

2
Jeremias 10:23 Jeremias

Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!

2
Matteus 26:52 Matteus

Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.

2
Matteus 26:53 Matteus

Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!

2
Matteus 26:54 Matteus

Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“

2
Lukas 14:28 Lukas

Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!

2
Lukas 14:29 Lukas

Tí annars – táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað – fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga:

2
Lukas 14:30 Lukas

„Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!“

2
Lukas 14:31 Lukas

Ella hvør kongur, sum fer avstað at møta øðrum kongi í bardaga, setur seg ikki fyrst niður og heldur ráð, um hann er førur fyri við 10000 at møta honum, sum kemur ímóti honum við 20000!

2
Lukas 14:32 Lukas

Men er hann tað ikki, letur hann, meðan hin enn er langt burtur, sendimenn fara avstað og tinga um frið.

2
Lukas 14:33 Lukas

Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín.

2
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

2