at fylgja
7 versir um "at fylgja"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Lukas 5:11 Lukas
Teir fóru so at landi við bátunum og fóru frá øllum og fylgdu Honum.
Matteus 16:24 Matteus
Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Jóhannes 12:26 Jóhannes
Vil nakar tæna Mær – hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær – hann skal Faðirin æra.
Markus 8:34 Markus
Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: „Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.
Ápostlasøgan 20:24 Ápostlasøgan
Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.
Jóhannes 10:4 Jóhannes
Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.