at flyta / røra seg
56 versir um "at flyta / røra seg"
Versir
Síða 1 av 2Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!
Sálmarnir 37:2 Sálmarnir
Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey.
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 37:6 Sálmarnir
Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir
Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir
Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir
Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.
Sálmarnir 37:10 Sálmarnir
Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
Sálmarnir 37:11 Sálmarnir
Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.
Sálmarnir 37:12 Sálmarnir
Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum.
Sálmarnir 37:13 Sálmarnir
Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur.
Sálmarnir 37:14 Sálmarnir
Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast;
Sálmarnir 37:15 Sálmarnir
men svørðið kemur í teirra egna hjarta, og bogar teirra verða brotnir sundur.
Sálmarnir 37:16 Sálmarnir
Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum;
Sálmarnir 37:17 Sálmarnir
tí armar hinna gudleysu verða brotnir, men HARRIN styðjar hini rættvísu.
Sálmarnir 37:18 Sálmarnir
HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir;
Sálmarnir 37:19 Sálmarnir
tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum.
Sálmarnir 37:20 Sálmarnir
Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt – tey hvørva, hvørva sum roykur.
Sálmarnir 37:21 Sálmarnir
Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur;
Sálmarnir 37:22 Sálmarnir
tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin.
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir
HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;
Sálmarnir 37:24 Sálmarnir
um hann so snávar, fellur hann ikki, tí HARRIN heldur í hond hansara.
Sálmarnir 37:25 Sálmarnir
Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.
Sálmarnir 37:26 Sálmarnir
Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing.
Sálmarnir 37:27 Sálmarnir
Vend tær frá illum og ger gott, so verður tú búgvandi í allar ævir!
Sálmarnir 37:28 Sálmarnir
Tí HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heilagu Síni; til ævigar tíðir verða tey hildin uppi; men avkom hinna gudleysu verður týnt.
Sálmarnir 37:29 Sálmarnir
Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.
Sálmarnir 37:30 Sálmarnir
Muður hins rættvísa talar vísdóm, tunga hansara sigur tað, ið beint er;
Sálmarnir 37:31 Sálmarnir
lóg Guds hansara er honum í hjarta, hann vinglar ikki á fótunum.
Sálmarnir 37:32 Sálmarnir
Hin gudleysi lúrir eftir hinum rættvísa og liggur honum eftir lívinum;
Sálmarnir 37:33 Sálmarnir
men HARRIN gevur hann ikki í hendur hansara og dómfellir hann ikki, táið hann verður dømdur.
Sálmarnir 37:34 Sálmarnir
Bíða eftir HARRANUM og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verda týnd.
Sálmarnir 37:35 Sálmarnir
Eg sá gudleysan, ið stóð stinnur í megi síni; hann breiddi seg sum grønt træ, ið er væl rótfest;
Sálmarnir 37:36 Sálmarnir
men táið eg so seinni kom framvið har, var hann burtur, og eg leitaði eftir honum, men hann var ikki at finna.
Sálmarnir 37:37 Sálmarnir
Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð;
Sálmarnir 37:38 Sálmarnir
men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.
Sálmarnir 37:39 Sálmarnir
Frelsa hinna rættvísu kemur frá HARRANUM, sum er sterka vernd teirra á neyðarstund.
Sálmarnir 37:40 Sálmarnir
HARRIN hjálpir teimum og fríar tey; Hann fríar tey frá hinum gudleysu og frelsir tey – tí tey hava søkt sær skjól hjá Honum.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Matteus 6:26 Matteus
Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!
Matteus 6:27 Matteus
Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.