at flyta fjøll (í trúgv)
15 versir um "at flyta fjøll (í trúgv)"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
Markus 11:23 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið sigur við hetta fjallið: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ og ivast ikki í hjartanum, men trýr, at tað verður, sum hann sigur, honum skal verða so.
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Matteus 21:21 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða.
Markus 9:23 Markus
Jesus segði við hann: „Um Eg eri mentur! Alt er honum møguligt, sum trýr!“
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Esaias 40:4 Esaias
Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi!
Zakarias 4:7 Zakarias
Hvør ert tú, stóra fjall, ið reisir teg móti Zerubbabel! Tú skalt verða til slætta! Og hann skal fara eftir ovasta steininum, meðan fagnaðarróp hoyrast: „Náði, náði veri við honum!““
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Matteus 7:8 Matteus
Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
Lukas 17:6 Lukas
Tá segði Harrin: „Høvdu tit trúgv sum sinnopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: „Rív teg upp við rót og planta teg í havið!“ – Og tað skuldi aktað tykkum.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.