at flýggja / sleppa undan
4 versir um "at flýggja / sleppa undan"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Fyrsta Mósebók 19:17 Fyrsta Mósebók
Meðan teir leiddu tey út, segði annar: „Flýggja fyri lívinum, hygg ikki aftur um teg og steðga ikki á øllum slættanum! Flýggja til fjals, fyri at tú skalt ikki ganga til grundar!“
Hebrearabrævið 2:3 Hebrearabrævið
hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann,