at flenna
19 versir um "at flenna"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 21:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Sára: „Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!“
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Sálmarnir 2:4 Sálmarnir
– Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Lukas 6:21 Lukas
Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa.
Fyrsta Mósebók 18:12 Fyrsta Mósebók
so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: „Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!“
Fyrsta Mósebók 18:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN við Ábraham: „Hví lær Sára og hugsar: „Man tað fara at verða, at eg fái børn, nú eg eri gomul!“
Fyrsta Mósebók 18:14 Fyrsta Mósebók
Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!“
Fyrsta Mósebók 18:15 Fyrsta Mósebók
Men Sára vildi ikki vera við tað og segði: „Eg læði ikki!“ – tí hon óttaðist. Men Hann segði: „Jú, tú læði!“
Sálmarnir 126:2 Sálmarnir
Tá fyltist muður okkara við látri, og tunga okkara við gleðirópum; tá varð sagt millum heidningarnar: „Stórverk hevur HARRIN gjørt móti teimum!“
Job 8:21 Job
Enn skal Hann fylla munn tín við látri, varrar tínar við gleðirópum;
Orðtøkini 14:13 Orðtøkini
Ja, mitt í látrinum pínist hjartað, og endin á gleðini er sorg.
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Sálmarnir 37:12 Sálmarnir
Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum.
Sálmarnir 37:13 Sálmarnir
Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur.
Sálmarnir 59:8 Sálmarnir
Orðastreymur gongur teimum av munni, svørð er á vørrum teirra, tí „hvør man hoyra tað!“
Orðtøkini 29:9 Orðtøkini
Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur.
Lukas 6:25 Lukas
Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta.
Jákupsbrævið 4:9 Jákupsbrævið
Kennið neyð tykkara, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist í sorg, og verðið tung í staðin fyri glað!