at føla seg hava rætt til alt
177 versir um "at føla seg hava rætt til alt"
Versir
Síða 2 av 4Matteus 23:9 Matteus
Og tit skulu ongan á jørðini kalla faðir tykkara; tí ein er Faðir tykkara, Hann, sum er í Himli.
Matteus 23:10 Matteus
Ei heldur skulu tit lata kalla tykkum vegleiðarar; tí ein er vegleiðari tykkara: Kristus.
Matteus 23:11 Matteus
Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara.
Matteus 23:12 Matteus
Tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.
Matteus 23:13 Matteus
Men vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara.
Matteus 23:14 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm.
Matteus 23:15 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit ferðast um á sjógvi og landi at vinna bert ein trúskifting; og táið hann er vorðin tað, gera tit hann til helvitisbarn, tvær ferðir so ringt sum tit eru sjálvir.
Matteus 23:16 Matteus
Vei tykkum, blindu vegleiðarar tykkara! Tí tit siga: „Tann, ið svør um templið – tað er einki, men tann, ið svør um gullið í templinum, er bundin.“
Matteus 23:17 Matteus
Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gullið, ella templið, ið halgar gullið!
Matteus 23:18 Matteus
Framvegis: „Tann, ið svør um altarið – tað er einki, men tann, ið svør um gávuna á tí, er bundin.“
Matteus 23:19 Matteus
Dárar og blindu! Hvat er tá meiri: Gávan, ella altarið, ið halgar gávuna!
Matteus 23:20 Matteus
Tann, sum tí svør um altarið, svør um tað og alt, ið á tí er.
Matteus 23:21 Matteus
Tann, ið svør um templið, svør um tað og Hann, sum í tí býr.
Matteus 23:22 Matteus
Og tann, ið svør um Himmalin, svør um hásæti Guds og Hann, sum í tí situr.
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Matteus 23:24 Matteus
Blindu vegleiðarar tykkara, sum síla mýggjabitan frá, men svølgja kamelin!
Matteus 23:25 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika.
Matteus 23:26 Matteus
Blindi Fariseari tín! Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við!
Matteus 23:27 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit líkjast kálkaðum grøvum, sum jú eru vakrar at síggja uttan, men eru fullar innan av deyðum beinum og allari óreinsku.
Matteus 23:28 Matteus
Soleiðis síggja eisini tit rættvísir út uttan fyri menniskjum, men innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.
Matteus 23:29 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit byggja gravir profetanna og prýða leiði hinna rættvísu og siga:
Matteus 23:30 Matteus
„Høvdu vit verið til á døgum fedra okkara, so høvdu vit ikki havt lut við teimum í blóði profetanna.“
Matteus 23:31 Matteus
So vitna tit tá um tykkum sjálvar, at tit eru børn teirra, sum drópu profetarnar!
Matteus 23:32 Matteus
Fyllið tit so eisini mál fedra tykkara!
Matteus 23:33 Matteus
– Høggormar! Ormaavkom! Hvussu kunnu tit sleppa undan dómi Helvitis!
Matteus 23:34 Matteus
Tí – ja, tí sendi Eg tykkum profetar, vísar og skriftlærdar! Summar av teimum skulu tit drepa og krossfesta, og summar skulu tit húðfleingja í sýnagogum tykkara og elta teir úr einum býi í annan –
Matteus 23:35 Matteus
fyri at tað skal koma yvir tykkum, alt hitt rættvísa blóð, ið úthelt er á jørðini, líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóð Zakariasar, sonar Barakiasar, sum tit drópu millum templið og altarið.
Matteus 23:36 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt hetta skal koma yvir hesa ætt!
Matteus 23:37 Matteus
Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi Eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar! Og tit vildu ikki.
Matteus 23:38 Matteus
Hús tykkara skal latast tykkum oyðið!
Matteus 23:39 Matteus
Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit ikki síggja Meg, fyrrenn tit siga: „Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!““
Matteus 25:1 Matteus
„Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum.
Matteus 25:2 Matteus
Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar.
Matteus 25:3 Matteus
Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.
Matteus 25:4 Matteus
Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.
Matteus 25:5 Matteus
Við tað at nú brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.
Matteus 25:6 Matteus
Men um midnátt hoyrdist róp: „Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!“
Matteus 25:7 Matteus
Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til.
Matteus 25:8 Matteus
Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: „Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna!“
Matteus 25:9 Matteus
Men hinar klóku svaraðu: „Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!“
Matteus 25:10 Matteus
Men táið tær vóru farnar avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið, og dyrnar vórðu latnar aftur.
Matteus 25:11 Matteus
Seinni komu so eisini hinar moyggjarnar og søgdu: „Harri, Harri, lat okkum upp!“
Matteus 25:12 Matteus
Men hann svaraði: „Sanniliga, sigi eg tykkum: Eg kenni tykkum ikki.“
Matteus 25:13 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.
Matteus 25:14 Matteus
Tí tað er eins og maður, ið ætlaði at fara burt í annað land og kallaði til sín tænarar sínar og gav teimum upp í hendur tað, sum hann átti.
Matteus 25:15 Matteus
Ein læt hann fáa fimm talentir, annan tvær, uppaftur annan eina, hvønn eftir førimuni hansara; so fór hann burt í annað land.
Matteus 25:16 Matteus
Tann, ið hevði fingið hinar fimm talentirnar, fór nú og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.
Matteus 25:17 Matteus
Somuleiðis tann, ið hevði fingið hinar tvær – hann vann aðrar tvær.
Matteus 25:18 Matteus
Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.
Matteus 25:19 Matteus
Táið long tíð var umliðin, kom harrin hjá hesum tænarum og helt roknskap við teir.