at fiska
7 versir um "at fiska"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Matteus 13:47 Matteus
Uppaftur er ríki Himmiríkis líkt nót, sum sett verður í sjógvin og savnar fisk av øllum sløgum.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Lukas 5:4 Lukas
Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: „Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!“
Lukas 5:5 Lukas
Tá svaraði Símun Honum: „Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.“
Lukas 5:6 Lukas
Táið teir gjørdu tað, fingu teir stóra mongd av fiski; og gørn teirra skrædnaðu.
Jóhannes 21:3 Jóhannes
Símun Pætur segði tá við teir: „Eg fari út at fiska.“ Teir søgdu við hann: „Eisini vit koma við tær.“ So fóru teir avstað og fóru í bátin; men ta náttina fingu teir einki.