at finna styrki
18 versir um "at finna styrki"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Onnur Mósebók 15:2 Onnur Mósebók
HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín! Hann er Gud mín – eg prísi Honum, Gud faðirs míns – eg geri Hann stóran!
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Fyrra Krønikubók 16:11 Fyrra Krønikubók
Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!