at fella trø
12 versir um "at fella trø"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 10:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
Jeremias 10:3 Jeremias
Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;
Jeremias 10:4 Jeremias
við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.
Fimta Mósebók 20:19 Fimta Mósebók
Táið tú í langa tíð mást halda ein bý kringsettan til at vinna á honum og taka hann, mást tú ikki forkoma trøunum har rundanum við at høgga í tey við øks; tú kanst eta av teimum, men tú mást ikki høgga tey niður – trøini á markini eru tá ikki menniskju, so tú skuldi barst við tey eisini!
Josva 17:15 Josva
Josva svaraði teimum: „Ert tú fjølmentur, far tá niðan í skógin og rudda tær jørð har, í landi Perizita og Refa’ita – síðani fjallaland Efra’ims er tær ov trongt!“
Matteus 7:19 Matteus
Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.
Esaias 44:14 Esaias
Ein fer og høggur sedristrø, tekur steineik og eik og velur sær eitt av trøunum í skóginum; hann plantar furutræ, og regnið ger, at tað veksur.
Esaias 44:15 Esaias
Og maðurin nýtir tað til brenni; hann tekur av tí og vermir seg við tí; hann kyndir eisini upp og bakar breyð við tí – og so ger hann eisini gud av tí og tilbiður hann, hann ger útskorna mynd av tí og leggur seg á knæ fyri tí!
Esaias 44:16 Esaias
Helvtina av tí brennir hann upp; við ta helvtina steikir hann kjøtið, sum hann skal eta; hann steikir steik og mettar seg; hann vermir seg eisini og sigur: „Á, nú varð eg heitur, eg kenni hitan!“
Esaias 44:17 Esaias
– Og av tí, ið eftir er, ger hann gud, útskorna mynd, sum hann leggur seg á knæ fyri og tilbiður, biður til og sigur við: „Frels meg, tú ert Gud mín!“
Ezekiel 17:24 Ezekiel
Og øll trø á markini skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi gjørt høgt træ lágt og lágt træ høgt, grønt træ turt og turt træ grønt; Eg, HARRIN, havi sagt tað, og Eg skal gera tað.
Opinberingin 9:4 Opinberingin
Sagt varð við tær, at tær skuldu ikki skaða grasið á jørðini, ei heldur nakað grønt, ei heldur nakað træ, bert menniskjuni, ið ikki høvdu innsigli Guds á pannunum.