at fara víðari
32 versir um "at fara víðari"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið
Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Esaias 43:20 Esaias
Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók
HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“
Onnur Mósebók 14:15 Onnur Mósebók
HARRIN segði nú við Móses: „Hví rópar tú til Mín! Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu fara longur!
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Esaias 40:29 Esaias
Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
Esaias 40:30 Esaias
Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið
Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.