at fara út um alt vanligt / yvirnáttúrligt dýpi

89 versir um "at fara út um alt vanligt / yvirnáttúrligt dýpi"

Versir

Síða 2 av 2
Onnur Mósebók 3:7 Onnur Mósebók

Og HARRIN segði: „Eg havi sæð neyðina hjá fólki Mínum í Egyptalandi, og Eg havi hoyrt, hvussu tey geva seg undan teimum, ið plága tey; ja, Eg veit, hvat tey líða!

2
Onnur Mósebók 3:8 Onnur Mósebók

Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hondum Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi til eitt gott og rúmt land, sum flýtur í mjólk og hunangi, land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita.

2
Onnur Mósebók 3:9 Onnur Mósebók

Nú eru róp Ísraelsmanna nádd upp til Mín, og Eg havi eisini sæð, hvussu illa Egyptar fara við teimum.

2
Onnur Mósebók 3:10 Onnur Mósebók

Far tú nú tí avstað, Eg ætli at senda teg til Farao, og tú skalt leiða fólk Mítt, Ísraelsmenn, út av Egyptalandi.“

2
Onnur Mósebók 3:11 Onnur Mósebók

Men Móses segði við Gud: „Hvør eri eg, at eg skuldi farið til Farao, og at eg skuldi leitt Ísraelsmenn út av Egyptalandi!“

2
Onnur Mósebók 3:12 Onnur Mósebók

Hann svaraði: „Jú, Eg skal vera við tær! Og hetta skal vera tær tekinið fyri, at tað eri Eg, sum havi sent teg: Táið tú hevur ført fólkið út av Egyptalandi, skulu tit halda gudstænastu á hesum fjalli.“

2
Onnur Mósebók 3:13 Onnur Mósebók

Tá segði Móses við Gud: „Men táið eg nú komi til Ísraelsmenn og sigi teimum, at Gud fedra teirra hevur sent meg til teirra, og tey so spyrja meg um navn Hansara – hvat skal eg tá svara teimum?“

2
Onnur Mósebók 3:14 Onnur Mósebók

Gud segði við Móses: „Eg eri Tann, Eg Eri!“ Og Hann segði: „So skalt tú siga við Ísraelsmenn: „„Eg Eri“ hevur sent meg til tykkara!““

2
Onnur Mósebók 3:15 Onnur Mósebók

Framvegis segði Gud við Móses: „So skalt tú siga við Ísraelsmenn: „HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara!“ – Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.

2
Onnur Mósebók 3:16 Onnur Mósebók

Far nú og kalla saman teir elstu í Ísrael og sig við teir: „HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, hevur opinberað Seg fyri mær og sagt: „Eg havi givið tykkum gætur, og Eg veit, hvussu teir bera seg at við tykkum í Egyptalandi.

2
Onnur Mósebók 3:17 Onnur Mósebók

Tí er nú hetta orð Mítt: Eg skal leiða tykkum burtur úr øllum tí illa, ið tit líða í Egyptalandi, til land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita, til land, ið flýtur í mjólk og hunangi.““

2
Onnur Mósebók 3:18 Onnur Mósebók

Tey fara at lurta eftir tær; og tú skalt saman við teimum elstu í Ísrael fara til kongin í Egyptalandi, og tit skulu siga við hann: „HARRIN, Gud Hebreara, hevur víst Seg fyri okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara!“

2
Onnur Mósebók 3:19 Onnur Mósebók

Men eg veit, at kongurin í Egyptalandi lovar tykkum ikki at fara avstað, nei, ikki, um hann so fær sterku hond Mína at kenna!

2
Onnur Mósebók 3:20 Onnur Mósebók

Tí skal Eg rætta út hond Mína og sláa Egyptaland við øllum undrum Mínum, sum Eg skal gera har; so skal hann lata tykkum fara!

2
Onnur Mósebók 3:21 Onnur Mósebók

Og eg skal gera, at hetta fólk verður væl lýtt av Egyptum, so tit, táið tit fara, skulu ikki fara tómhent avstað.

2
Onnur Mósebók 3:22 Onnur Mósebók

Nei, hvør kvinna skal biðja grannkonu sína og tær, sum búgva í húsi saman við henni, um stás av silvuri og gulli og um klæði, og tí skulu tit lata synir og døtur tykkara vera í. – Soleiðis skulu tit taka fong frá Egyptum.“

2
Sálmarnir 95:3 Sálmarnir

Tí HARRIN er veldigur Gud, kongur, stórur yvir øllum gudum;

2
Sálmarnir 95:4 Sálmarnir

í hond Hansara eru jarðardjúpini; fjallatindarnir eru Hansara;

2
Sálmarnir 95:5 Sálmarnir

havið er Hansara, Hann hevur skapt tað; og hendur Hansara hava gjørt turrlendið.

2
Jeremias 1:1 Jeremias

Orð Jeremiasar, sonar Hilkia, sum var ein av prestunum í Anatot í Benjaminslandi.

2
Jeremias 1:2 Jeremias

Orð HARRANS kom til hansara á døgum Josiasar, kongs í Juda, sonar Amons, trettanda árið ið hann sat við stýrið,

2
Jeremias 1:3 Jeremias

og síðani á døgum Jójakims, kongs í Juda, sonar Josiasar, líka til seinast á ellivta ári judakongs Zedekiasar, sonar Josiasar – líka til íbúgvar Jerusalems vórðu herleiddir í fimta mánaði.

2
Jeremias 1:4 Jeremias

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

2
Jeremias 1:6 Jeremias

Men eg svaraði: „Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!“

2
Jeremias 1:7 Jeremias

Tá segði HARRIN við meg: „Sig ikki: „Eg eri so ungur!“ Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.

2
Jeremias 1:8 Jeremias

Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! – sigur HARRIN.“

2
Jeremias 1:9 Jeremias

HARRIN rætti út hondina og nam við munn mín; og HARRIN segði við meg: „Nú leggi Eg orð Míni í munn tín.

2
Jeremias 1:10 Jeremias

Eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og yvir ríkini, til at slíta upp og ríva niður, leggja í oyði og bróta niður, byggja og planta.“

2
Jeremias 1:11 Jeremias

Nú kom orð HARRANS til mín; Hann segði: „Hvat sært tú, Jeremias?“ Eg svaraði: „Eg síggi grein av mandlutræi.“

2
Jeremias 1:12 Jeremias

Tá segði HARRIN við meg: „Beint hevur tú sæð; tí Eg skal vakja yvir orði Mínum, so Eg lati tað ganga út.“

2
Jeremias 1:13 Jeremias

Uppaftur kom orð HARRANS til mín; Hann segði: „Hvat sært tú?“ Eg svaraði: „Eg síggi kókandi pott; hann er vendur higar úr norðri.“

2
Jeremias 1:14 Jeremias

HARRIN segði við meg: „Úr norðri skal vanlukkan koma kókandi yvir øll, sum í landinum búgva.

2
Jeremias 1:15 Jeremias

Tí Eg sendi boð eftir øllum ættum fólkanna í ríkjunum í norðri – sigur HARRIN – og teir skulu koma og reisa hvør hásæti sítt uttan fyri portur Jerusalems, móti øllum múrum tess rundanum og móti øllum býunum í Juda.

2
Jeremias 1:16 Jeremias

Og Eg skal fella dóm yvir tey aftur fyri allan óndskap teirra – at tey vendu Mær bakið, brendu roykilsi fyri øðrum gudum og tilbóðu handaverk síni.

2
Jeremias 1:17 Jeremias

Gyrð tú tí nú lendar tínar og stíg fram og tala til teirra alt, ið Eg áleggi tær! Ver ikki ræddur fyri teimum, tí annars skal Eg gera teg ræddan fyri teimum!

2
Jeremias 1:18 Jeremias

Og Eg geri teg í dag til víggirda borg, jarnstólpa og koparmúr móti øllum landinum, móti kongunum í Juda, høvdingunum og prestunum har og móti øllum fólkinum í landinum,

2
Jeremias 1:19 Jeremias

so teir skulu ikki verða mentir at basa tær – tóat teir fara at berjast móti tær; tí Eg eri við tær og skal hjálpa tær – sigur HARRIN.“

2
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

2