at fara út um alt vanligt / yvirnáttúrligt dýpi
89 versir um "at fara út um alt vanligt / yvirnáttúrligt dýpi"
Versir
Síða 1 av 2Esaias 55:8 Esaias
Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur HARRIN.
Esaias 55:9 Esaias
Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!
Esaias 40:22 Esaias
Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
Rómverjabrævið 11:33 Rómverjabrævið
Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara!
Rómverjabrævið 11:34 Rómverjabrævið
Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara!
Rómverjabrævið 11:35 Rómverjabrævið
Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag!
Rómverjabrævið 11:36 Rómverjabrævið
– Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.
Job 11:6 Job
kunngjørt tær loyndardómar vísdómsins, at Hann eigur vit, og tað tvífalt! Tá skuldi tú komið eftir, at Gud hevur gloymt ein part av misgerð tíni!
Job 11:7 Job
Hevur tú skattað dýpið í Gudi og nátt at ytsta marki hins Alvalda?
Job 26:7 Job
Hann breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Esaias 57:15 Esaias
Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er „Heilagur“: Á hæddini og á heilagum staði búgvi Eg – og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Fyrsta Mósebók 1:2 Fyrsta Mósebók
Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.
Fyrsta Mósebók 1:3 Fyrsta Mósebók
Gud segði: „Verði ljós!“ Og ljós varð.
Fyrsta Mósebók 1:4 Fyrsta Mósebók
Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.
Fyrsta Mósebók 1:5 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.
Fyrsta Mósebók 1:6 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni.“
Fyrsta Mósebók 1:7 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:8 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.
Fyrsta Mósebók 1:9 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:10 Fyrsta Mósebók
Gud kallaði turrlendið jørð, og vatnið, sum hevði savnað seg saman, kallaði Hann sjógv. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:12 Fyrsta Mósebók
jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:13 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, triðja dag.
Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Fyrsta Mósebók 1:15 Fyrsta Mósebók
og tey skulu vera til ljós á himmalhvølvinum, at lýsa á jørðini.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Fyrsta Mósebók 1:17 Fyrsta Mósebók
Gud setti tey á himmalhvølvið at lýsa á jørðini,
Fyrsta Mósebók 1:18 Fyrsta Mósebók
at ráða yvir deginum og náttini og skilja ljósið frá myrkrinum. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:19 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fjórða dag.
Fyrsta Mósebók 1:20 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Vatnið skal verða fult av livandi skapningum, og fuglar skulu flúgva yvir jørðini, undir himmalhvølvinum.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:21 Fyrsta Mósebók
Gud skapti tey stóru sjódýrini og alla ta nøgd av livandi skapningum, sum sjógvurin er fullur av, hvørt eftir tess slagi, eisini allar fuglar við veingjum, hvønn eftir hansara slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:22 Fyrsta Mósebók
Gud signaði tey og segði: „Nørist og vaksið í tali, fyllið vatnið í sjónum, og fuglurin nørist á jørðini!“
Fyrsta Mósebók 1:23 Fyrsta Mósebók
Og kvøld varð, og morgun varð, fimta dag.
Fyrsta Mósebók 1:24 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Jørðin skal lata koma fram livandi skapningar, hvønn eftir hansara slagi, fæ, skriðdýr og vill dýr – hvørt eftir tess slagi.“ Og so varð;
Fyrsta Mósebók 1:25 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey villu dýrini, hvørt eftir tess slagi, fæið eftir tess slagi, og øll skriðdýrini á jørðini, hvørt eftir tess slagi. Og Gud sá, at tað var gott.
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 1:28 Fyrsta Mósebók
Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“
Fyrsta Mósebók 1:29 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud: „Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
Fyrsta Mósebók 1:30 Fyrsta Mósebók
Og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær – teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.“ Og so varð.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Onnur Mósebók 3:1 Onnur Mósebók
Móses røktaði nú smáfæið hjá verfaðir sínum, Jetro, prestinum í Midjan. Einaferð rak hann smáfæið yvir um oyðimørkina og kom til fjall Guds, Horeb.
Onnur Mósebók 3:2 Onnur Mósebók
Tá opinberaði eingil HARRANS seg fyri honum í logandi eldi, mitt út úr einum tornarunni; hann hugdi at og sá, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, og tó brendist tornarunnurin ikki upp.
Onnur Mósebók 3:3 Onnur Mósebók
Tá segði Móses: „Lat meg fara hagar og hyggja at hesi undurfullu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin brennist ikki upp!“
Onnur Mósebók 3:4 Onnur Mósebók
Men táið HARRIN sá, at hann fór hagar at hyggja, rópti Gud á hann út úr tornarunninum: „Móses, Móses!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Onnur Mósebók 3:5 Onnur Mósebók
Hann segði: „Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!“
Onnur Mósebók 3:6 Onnur Mósebók
So segði Hann: „Eg eri Gud faðirs tíns, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups!“ Tá fjaldi Móses andlit sítt, tí hann ræddist at síggja Gud.