at fara fyrr upp
17 versir um "at fara fyrr upp"
Versir
Síða 1 av 1Markus 1:35 Markus
Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini
Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.
Sálmarnir 5:3 Sálmarnir
lýð á neyðarróp mítt, kongur mín og Gud mín, tí til Tín biði eg!
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Orðtøkini 6:10 Orðtøkini
[Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 6:11 Orðtøkini
– Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Sálmarnir 119:147 Sálmarnir
Tíðliga, í dimmalættingini, var eg uppi og rópti um hjálp; eg bíðaði eftir orðum Tínum.
Sálmarnir 57:8 Sálmarnir
Hjarta mítt er støðugt, Gud, hjarta mítt er støðugt, eg skal syngja og lovprísa!
Sálmarnir 108:2 Sálmarnir
Hjarta mítt er støðugt, Gud, eg skal syngja og lova, ja, tað skal æra mín!
Sálmarnir 143:8 Sálmarnir
Lat meg árla hoyra náði Tína, tí eg líti á Teg! Lær meg vegin, ið eg skal ganga, tí eg lyfti sál míni til Tín!
Onnur Mósebók 8:20 Onnur Mósebók
Tá segði HARRIN við Móses: „Far í morgin árla og statt fyri Farao, táið hann fer oman at ánni, og sig við hann: „So sigur HARRIN: Lat fólk Mítt fara, so tey fáa dýrkað Meg!
Onnur Mósebók 24:4 Onnur Mósebók
So skrivaði Móses upp øll orð HARRANS. Og morgunin eftir fór hann tíðliga upp og reisti altar undir fjallinum og reisti tólv minnissteinar fyri tær tólv ættir Ísraels.
Job 1:5 Job
Hvørja ferð so veitsla hevði verið hjá teimum øllum, sendi Job boð eftir teimum og halgaði tey, og árla á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvørt teirra; tí Job segði: „Tað kann vera, at børn míni hava syndað og bannað Gudi í hjartanum.“ Soleiðis gjørdi Job hvørja ferð.
Sálmarnir 119:148 Sálmarnir
Áðrenn náttarvøkurnar byrjaðu, vóru eygu míni vakin at grunda á orð Títt.
Sálmarnir 127:2 Sálmarnir
Einki batar, at tit fara tíðliga upp og seint niður, eta sleipibreyð; alt slíkt gevur Hann vini Sínum, meðan hann svevur!
Esaias 26:9 Esaias
Sál mín tráaði eftir Tær um náttina, og andi mín innan í mær søkti Teg. Tí við tað sama sum dómar Tínir ráma jørðina, læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!