at fara framá
19 versir um "at fara framá"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Onnur Mósebók 14:15 Onnur Mósebók
HARRIN segði nú við Móses: „Hví rópar tú til Mín! Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu fara longur!
Onnur Mósebók 14:16 Onnur Mósebók
Lyft stav tín og rætt út hondina yvir havið, og klúgv tað sundur, so Ísraelsmenn fáa farið um havið á turrum!
Fimta Mósebók 1:6 Fimta Mósebók
„HARRIN Gud okkara talaði við okkum við Horeb og segði: „Nú hava tit nóg leingi steðgað við hetta fjall.
Job 17:9 Job
men hin rættvísi heldur fast við leið sína, og tann, ið hevur reinar hendur, fær enn meiri styrki.
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 4:25 Orðtøkini
Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jóhannes 5:8 Jóhannes
Jesus segði við hann: „Reis teg, tak song tína og gakk!“
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Filippibrævið 3:12 Filippibrævið
Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi.
Filippibrævið 3:13 Filippibrævið
Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað;
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.