at fara frá / gevast
179 versir um "at fara frá / gevast"
Versir
Síða 1 av 4Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Sálmarnir 119:1 Sálmarnir
Sæl eru tey, hvørja leið er ólastandi, tey, ið liva eftir lóg HARRANS.
Sálmarnir 119:2 Sálmarnir
Sæl eru tey, ið akta eftir vitnisburðum Hansara, tey, ið søkja Hann av øllum hjarta sínum,
Sálmarnir 119:3 Sálmarnir
og sum ikki gera órætt, men ganga á vegum Hansara.
Sálmarnir 119:4 Sálmarnir
Tú hevur givið boð Tíni, fyri at ein skal leggja sær eina við at halda tey.
Sálmarnir 119:5 Sálmarnir
Á, høvdu vegir mínir verðið fastir, so eg helt fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:6 Sálmarnir
Tá skuldi eg ikki verðið til skammar, táið eg aktaði eftir øllum boðum Tínum.
Sálmarnir 119:7 Sálmarnir
Eg skal takka Tær av sonnum hjarta, táið eg læri allar rættvísilógir Tínar at kenna.
Sálmarnir 119:8 Sálmarnir
Fyriskipanir Tínar skal eg halda; vend mær tó ikki heilt bakið!
Sálmarnir 119:9 Sálmarnir
Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum.
Sálmarnir 119:10 Sálmarnir
Av øllum hjarta mínum søki eg Teg; lat meg ikki villast burtur frá boðum Tínum!
Sálmarnir 119:11 Sálmarnir
Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.
Sálmarnir 119:12 Sálmarnir
Lovaður veri Tú, HARRI, lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:13 Sálmarnir
Eg kunngeri við vørrunum allar lógir muns Tíns.
Sálmarnir 119:14 Sálmarnir
Yvir veg vitnisburða Tína gleðist eg sum yvir alt ríkidømi.
Sálmarnir 119:15 Sálmarnir
Eg skal grunda á boð Tíni og hyggja væl at leiðum Tínum.
Sálmarnir 119:16 Sálmarnir
Í fyriskipanum Tínum havi eg gleði mína; eg gloymi ikki orð Títt.
Sálmarnir 119:17 Sálmarnir
Ger væl við tænara Tín, so eg kann liva! So skal eg halda orð Títt.
Sálmarnir 119:18 Sálmarnir
Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!
Sálmarnir 119:19 Sálmarnir
Eg eri gestur á jørðini; dyl ikki boð Tíni fyri mær!
Sálmarnir 119:20 Sálmarnir
Sál mín tærist burtur av tráan eftir lóg Tíni – altíð.
Sálmarnir 119:21 Sálmarnir
Tú hevur straffað hini hugmóðigu, hini bannaðu, sum villast burt frá boðum Tínum.
Sálmarnir 119:22 Sálmarnir
Tak skomm og vanvirðing burt frá mær! Tí eg akti eftir vitnisburðum Tínum.
Sálmarnir 119:23 Sálmarnir
Ja, høvdingar sita og leggja upp ráð móti mær; men tænari Tín grundar á fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:24 Sálmarnir
Ja, vitnisburðir Tínir eru gleði mín; teir eru ráðgevarar mínir.
Sálmarnir 119:25 Sálmarnir
Sál mín liggur í dustinum; halt mær á lívi eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:26 Sálmarnir
Eg legði fram fyri Teg vegir mínar, og Tú svaraði mær; lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:27 Sálmarnir
Lat meg skilja veg boða Tína! So skal eg grunda á undurverk Tíni.
Sálmarnir 119:28 Sálmarnir
Sál mín grætur av sorg; reis meg upp eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:29 Sálmarnir
Lat lygivegin vera langt frá mær, og unn mær lóg Tína!
Sálmarnir 119:30 Sálmarnir
Trúskaparveg havi eg valt; lógir Tínar havi eg sett mær fyri eyga.
Sálmarnir 119:31 Sálmarnir
Eg haldi meg til vitnisburðir Tínar; lat meg ikki verða til skammar, HARRI!
Sálmarnir 119:32 Sálmarnir
Vegin eftir boðum Tínum skal eg renna; tí Tú gert meg lættan um hjartað.
Sálmarnir 119:33 Sálmarnir
HARRI, vís mær veg fyriskipanna Tína! So skal eg líka til endan halda meg eftir honum.
Sálmarnir 119:34 Sálmarnir
Gev mær vit! So skal eg akta eftir lóg Tíni og halda hana av øllum hjarta mínum.
Sálmarnir 119:35 Sálmarnir
Leið meg gøtu boða Tína! Tí í henni havi eg gleði mína.
Sálmarnir 119:36 Sálmarnir
Boygg hjarta mítt til vitnisburðir Tínar og ikki til vinning!
Sálmarnir 119:37 Sálmarnir
Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum!
Sálmarnir 119:38 Sálmarnir
Uppfyll á tænara Tínum orð Títt, sum givið er teimum, ið óttast Teg!
Sálmarnir 119:39 Sálmarnir
Tak burtur frá mær vanæruna, ið eg ræðist fyri! Tí lógir Tínar eru góðar.
Sálmarnir 119:40 Sálmarnir
Tú sært, at mær leingist eftir boðum Tínum; halt mær á lívi við rættvísi Tíni!
Sálmarnir 119:41 Sálmarnir
Lat náði Tína koma yvir meg, HARRI, frelsu Tína eftir orði Tínum,
Sálmarnir 119:42 Sálmarnir
so eg fái svarað honum, ið háðar meg! Tí eg líti á orð Títt.
Sálmarnir 119:43 Sálmarnir
Tak ikki heilt sannleiksorð úr munni mínum! Tí eg bíði eftir dómum Tínum.
Sálmarnir 119:44 Sálmarnir
So skal eg støðugt halda lóg Tína, ja, ævigt og altíð.
Sálmarnir 119:45 Sálmarnir
Lat meg ferðast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
Sálmarnir 119:46 Sálmarnir
Eg skal tala fyri kongum um vitnisburðir Tínar og skal ikki verða til skammar.
Sálmarnir 119:47 Sálmarnir
Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski.
Sálmarnir 119:48 Sálmarnir
Eg rætti út hendurnar móti boðum Tínum, sum eg elski, og grundi á fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:49 Sálmarnir
Minst orðið til tænara Tín, við tað at Tú hevur givið mær vón!