at fantisera

52 versir um "at fantisera"

Versir

Síða 1 av 2
Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið

Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.

11
Jákupsbrævið 1:15 Jákupsbrævið

Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.

11
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið

Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

7
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið

Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!

7
Matteus 5:28 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.

6
Orðtøkini 6:25 Orðtøkini

– Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!

4
Titusarbrævið 1:15 Titusarbrævið

Alt er hinum reinu reint; men hinum óreinu og vantrúgvandi er einki reint; nei, bæði sinni og samvitska teirra eru dálkað.

4
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

3
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

3
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

3
Triðja Mósebók 19:1 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 19:2 Triðja Mósebók

„Tala við alla samkomu Ísraelsmanna og sig við tey: „Tit skulu vera heilag; tí Eg, HARRIN Gud tykkara, eri heilagur!

2
Triðja Mósebók 19:3 Triðja Mósebók

Hvør og ein av tykkum skal óttast móður sína og faðir sín. Sabbatar Mínar skulu tit halda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:4 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki venda tykkum til avgudarnar og ikki gera tykkum stoyptar gudar. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:5 Triðja Mósebók

Táið tit ofra HARRANUM takkoffur, skulu tit ofra tað so, at Hann kann hava gleði av tykkum.

2
Triðja Mósebók 19:6 Triðja Mósebók

Sama dag, ið tit ofra tað, skal tað etast, ella eisini dagin eftir; men tað, ið eftir er triðja dagin, skal brennast.

2
Triðja Mósebók 19:7 Triðja Mósebók

Verður tað etið triðja dagin, so er tað andstygd; tá hevur HARRIN ikki gleði av tí;

2
Triðja Mósebók 19:8 Triðja Mósebók

og tann, ið etur tað, skal bøta fyri misgerð sína, tí hann hevur vanhalgað tað, ið var HARRANUM halgað; tað menniskja skal týnast úr fólki sínum.

2
Triðja Mósebók 19:9 Triðja Mósebók

Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna.

2
Triðja Mósebók 19:10 Triðja Mósebók

Tú mást ikki henta berini, ið eftir sita á trøunum, táið tú hevur heystað av víngarði tínum, ella henta upp tey, ið niður eru dottin; tey skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:11 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan.

2
Triðja Mósebók 19:12 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki svørja upp á lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:13 Triðja Mósebók

Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir.

2
Triðja Mósebók 19:14 Triðja Mósebók

Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda – tú skalt óttast Gud tín! – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:15 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera órætt, táið tit halda rættargang; tú skalt ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur fara í part við ein, fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi!

2
Triðja Mósebók 19:16 Triðja Mósebók

Tú mást ikki ganga um og spilla fólk út. Tú mást ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:17 Triðja Mósebók

Tú mást ikki í hjartanum hava agg til bróður tín, nei, tú skalt hava at næsta tínum, so tú dregur ikki synd oman yvir teg fyri hansara skuld.

2
Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók

Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók

Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.

2
Triðja Mósebók 19:20 Triðja Mósebók

Táið maður liggur hjá kvinnu og hevur við hana at gera, og hon er trælkvinna, hjákona annars mans, og hvørki leyskeypt ella frígivin, so skulu tey verða revsað; men lívið skulu tey ikki lata, við tað at hon var ikki frí kvinna.

2
Triðja Mósebók 19:21 Triðja Mósebók

Men hann skal koma fram fyri HARRAN, at durum samkomutjaldsins, við skyldofri sínum, skyldoffurveðri.

2
Triðja Mósebók 19:22 Triðja Mósebók

Við skyldoffurveðrinum skal presturin gera bót fyri hann fyri ásjón HARRANS fyri syndina, ið hann hevur gjørt; so fær hann fyrigeving fyri syndina, ið hann hevur gjørt.

2
Triðja Mósebók 19:23 Triðja Mósebók

Táið tit koma inn í landið og planta alskyns frukttrø, so skulu tit rokna hin fyrsta ávøkst teirra at vera yvirhúð teirra; í trý ár skulu tit rokna tey sum óumskorin og ikki eta av teimum.

2
Triðja Mósebók 19:24 Triðja Mósebók

Fjórða árið skal allur ávøkstur teirra við gleðihátíð vígast HARRANUM.

2
Triðja Mósebók 19:25 Triðja Mósebók

Ikki fyrrenn fimta árið skulu tit eta ávøkst teirra; so skulu tey bera tykkum so mikið meiri eftirsíðani. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók

Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.

2
Triðja Mósebók 19:27 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.

2
Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:29 Triðja Mósebók

Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, so landið fellur til skøkjulív og fyllist við siðloysi.

2
Triðja Mósebók 19:30 Triðja Mósebók

Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ótta. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók

Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:32 Triðja Mósebók

Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 19:33 Triðja Mósebók

Táið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann;

2
Triðja Mósebók 19:34 Triðja Mósebók

sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan; tí tit hava sjálv verið fremmand í Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

2
Triðja Mósebók 19:35 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera órætt, hvørki í dómi, í máti, í vekt ella í máli;

2
Triðja Mósebók 19:36 Triðja Mósebók

beina vekt, røtt lodd, rætta efu og rætta hin skulu tit hava. – Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi!

2
Triðja Mósebók 19:37 Triðja Mósebók

Aktið eftir øllum lógum og boðum Mínum, og haldið tey! – Eg eri HARRIN!““

2
Orðtøkini 28:19 Orðtøkini

Tann, ið dyrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.

2
Seinna Korintbrævið 10:4 Seinna Korintbrævið

vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki

2
Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið

– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,

2