at falla frá trúnni
34 versir um "at falla frá trúnni"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið
Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið
hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið
við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
Matteus 24:10 Matteus
Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.
Matteus 24:11 Matteus
Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.
Matteus 24:12 Matteus
Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.
Matteus 24:13 Matteus
Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Rómverjabrævið 11:19 Rómverjabrævið
Tú sigur kanska: „Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!“
Rómverjabrævið 11:20 Rómverjabrævið
Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast!
Rómverjabrævið 11:21 Rómverjabrævið
Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg.
Rómverjabrævið 11:22 Rómverjabrævið
Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av.
Fyrra Korintbrævið 9:27 Fyrra Korintbrævið
nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.
Seinna Korintbrævið 11:3 Seinna Korintbrævið
Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi.
Seinna Tessalonikabrævið 2:3 Seinna Tessalonikabrævið
Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin,
Fyrra Timoteusarbrævið 4:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Hebrearabrævið 3:12 Hebrearabrævið
– síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi!
Hebrearabrævið 3:13 Hebrearabrævið
Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur „í dag“, so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar!
Hebrearabrævið 3:14 Hebrearabrævið
Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan.
Hebrearabrævið 3:15 Hebrearabrævið
– Táið nú verður sagt: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara – so herðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum!“
Hebrearabrævið 3:16 Hebrearabrævið
– hvørji vóru tá tey, sum hoyrdu og voldu tó beiskleika? Vóru tað ikki øll, sum fóru út av Egyptalandi við Mósesi!
Hebrearabrævið 3:17 Hebrearabrævið
Hvørji var Hann vreiður á í 40 ár? Vóru tað ikki tey, sum syndaðu, so deyðu kroppar teirra fullu í oyðimørkini!
Hebrearabrævið 3:18 Hebrearabrævið
Og um hvørji var tað, Hann svór, at tey skuldu ikki koma inn til hvílu Hansara, uttan um tey, sum ikki høvdu viljað trúð!
Hebrearabrævið 3:19 Hebrearabrævið
Vit síggja tá, at tað var fyri vantrúar skuld, tey kundu ikki koma inn.
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –
Jákupsbrævið 5:20 Jákupsbrævið
hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið
Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið
Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið
Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Opinberingin 2:4 Opinberingin
Men Eg havi tað ímóti tær, at tú ert farin frá hinum fyrsta kærleika tínum.
Opinberingin 2:5 Opinberingin
Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.
Opinberingin 3:11 Opinberingin
Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!