at fáa ríkidømi
19 versir um "at fáa ríkidømi"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók
Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
Orðtøkini 10:4 Orðtøkini
Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.
Orðtøkini 10:22 Orðtøkini
Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.
Orðtøkini 13:11 Orðtøkini
Skjótfingin ríkdómur svinnur burt, men tann, ið savnar so við og við, nørir um góðs sítt.
Orðtøkini 22:4 Orðtøkini
Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Orðtøkini 11:4 Orðtøkini
Góðs hjálpir einki vreiðidagin, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 11:28 Orðtøkini
Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið.
Orðtøkini 21:5 Orðtøkini
Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Orðtøkini 23:5 Orðtøkini
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 28:20 Orðtøkini
Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Markus 8:36 Markus
Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Lukas 16:13 Lukas
Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.