at fáa arbeiði
52 versir um "at fáa arbeiði"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið
Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.
Onnur Mósebók 31:1 Onnur Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Onnur Mósebók 31:2 Onnur Mósebók
„Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
Onnur Mósebók 31:3 Onnur Mósebók
og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði,
Onnur Mósebók 31:4 Onnur Mósebók
at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
Onnur Mósebók 31:5 Onnur Mósebók
at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.
Onnur Mósebók 31:6 Onnur Mósebók
Til hjálparmann havi Eg givið honum Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans; og øllum teimum monnum, ið gott hegni hava til listarverk, havi Eg givið vísdóm í hjartað, so teir duga at gera alt tað, ið Eg havi álagt tær,
Onnur Mósebók 31:7 Onnur Mósebók
samkomutjaldið, vitnisburðarørkina, náðistólin oman á henni og alt, ið hoyrir til tjaldið,
Onnur Mósebók 31:8 Onnur Mósebók
borðið við tí, ið til hoyrir, ljósastakan av reinum gulli við øllum tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,
Onnur Mósebók 31:9 Onnur Mósebók
brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á,
Onnur Mósebók 31:10 Onnur Mósebók
embætisklæðini og hini heilagu klæði Árons prests, prestaklæði sona hansara,
Onnur Mósebók 31:11 Onnur Mósebók
salvuoljuna og hitt angandi roykilsið til halgidómin; teir skulu í einum og øllum gera, sum Eg havi álagt tær.“
Onnur Mósebók 31:12 Onnur Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði:
Onnur Mósebók 31:13 Onnur Mósebók
„Tú skalt tala við Ísraelsmenn og siga: „Gloymið nú ikki at halda sabbatar Mínar, tí sabbaturin er tekin millum Meg og tykkum, mann eftir mann – fyri at tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri tann, sum halgar tykkum!
Onnur Mósebók 31:14 Onnur Mósebók
Sabbatin skulu tit halda, hann skal vera tykkum heilagur; tann, ið vanhalgar hann, skal lata lív, ja, ein og hvør, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin; tað menniskja skal verða týnt úr fólki sínum!
Onnur Mósebók 31:15 Onnur Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera háheilagur sabbatur, heiligdagur HARRANS; hvør tann, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin, skal lata lív!
Onnur Mósebók 31:16 Onnur Mósebók
Ísraelsmenn skulu minnast sabbatin, so teir halda hann heilagan, mann eftir mann, í allar ævir;
Onnur Mósebók 31:17 Onnur Mósebók
hann skal vera ævigt tekin millum Meg og Ísraelsmenn. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal og jørð, men sjeynda dagin hvíldi Hann og helt Seg stillan.““
Onnur Mósebók 31:18 Onnur Mósebók
Táið Hann nú var liðugur at tala við Móses á Sinaifjalli, fekk Hann honum tær báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar, ið skrivað var á við fingri Guds.
Jeremias 27:5 Jeremias
Eg havi – við mikla mátti Mínum og við útrætta armi Mínum – gjørt jørðina og menniskjuni og dýrini, ið á jørðini eru; og Eg lati tann, sum er hin rætti í eygum Mínum, fáa tað.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:11 Fyrra Tessalonikabrævið
og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:12 Fyrra Tessalonikabrævið
so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.
Onnur Mósebók 18:1 Onnur Mósebók
Táið Jetro, presturin í Midjan, verfaðir Móses, frætti alt tað, ið Gud hevði gjørt fyri Móses og fólk Sítt, Ísrael, hvussu HARRIN hevði leitt Ísrael út av Egyptalandi,
Onnur Mósebók 18:2 Onnur Mósebók
tók Jetro, verfaðir Móses, Zipporu, konu Móses, sum hann hevði sent heimaftur,
Onnur Mósebók 18:3 Onnur Mósebók
og báðar synir hennara – annar teirra æt Gersom; „tí,“ hevði hann sagt, „eg eri vorðin gestur í fremmandum landi;“
Onnur Mósebók 18:4 Onnur Mósebók
og hin æt Eliezer; „tí,“ hevði hann sagt, „Gud faðirs míns hevur verið hjálp mín og bjargað mær undan svørði Faraos.“
Onnur Mósebók 18:5 Onnur Mósebók
Táið nú Jetro, verfaðir Móses, kom við sonum og konu hansara til hansara í oyðimørkini, har sum hann hevði gjørt steðg, við fjall Guds,
Onnur Mósebók 18:6 Onnur Mósebók
sendi hann Mósesi hesi boð: „Eg, verfaðir tín, Jetro, komi til tín við konu tíni og báðum sonum hennara.“
Onnur Mósebók 18:7 Onnur Mósebók
Tá fór Móses ímóti verfaðir sínum, boygdi seg fyri honum og heilsaði honum, og táið teir høvdu spurt hvør annan, hvussu við visti, fóru teir inn í tjaldið.
Onnur Mósebók 18:8 Onnur Mósebók
Móses segði nú verfaðir sínum frá øllum, ið HARRIN fyri Ísraels skuld hevði gjørt við Farao og Egyptaland, frá øllum trupulleikunum, ið teimum høvdu møtt á vegnum, og hvussu HARRIN hevði hjálpt teimum.
Onnur Mósebók 18:9 Onnur Mósebók
Tá gleddist Jetro um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt Ísrael, at Hann hevði bjargað teimum undan hond Egypta.
Onnur Mósebók 18:10 Onnur Mósebók
Jetro segði: „Lovaður veri HARRIN, sum bjargaði tykkum undan hond Egypta og hond Faraos, og sum bjargaði fólkinum undan hond Egypta!
Onnur Mósebók 18:11 Onnur Mósebók
Nú veit eg, at HARRIN er størri enn allir gudar; tí við tí, sum Egyptar vístu hugmóð sítt móti hesum fólki við, var tað, ið Hann vísti seg so!“
Onnur Mósebók 18:12 Onnur Mósebók
Jetro, verfaðir Móses, bar nú fram brennioffur og sláturoffur til Gud, og Áron og allir hinir elstu í Ísrael komu og hildu máltíð við verfaðir Móses fyri ásjón Guds.
Onnur Mósebók 18:13 Onnur Mósebók
Dagin eftir settist Móses at skifta rætt millum fólkið, og fólkið stóð rundan um Móses líka frá morgni til kvølds.
Onnur Mósebók 18:14 Onnur Mósebók
Men táið verfaðir Móses sá alt stríðið, ið hann hevði av fólkinum, segði hann: „Hvat er hetta fyri stríð, ið tú hevur av fólkinum! Hví situr tú einsamallur og dømir, og alt fólkið stendur rundan um teg frá morgni til kvølds?“
Onnur Mósebók 18:15 Onnur Mósebók
Móses svaraði verfaðir sínum: „Fólkið kemur til mín at fáa vilja Guds at vita;
Onnur Mósebók 18:16 Onnur Mósebók
táið tey hava søk, koma tey til mín, og eg dømi millum partarnar og lati tey vita boð og lógir Guds.“
Onnur Mósebók 18:17 Onnur Mósebók
Tá segði verfaðir Móses við hann: „Tú bert teg ikki beint at í hesum!
Onnur Mósebók 18:18 Onnur Mósebók
Á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú sjálvur og fólkið, ið við tær er; tí hetta arbeiði er ov mikið fyri teg, tú ert ikki mentur at gera tað einsamallur.
Onnur Mósebók 18:19 Onnur Mósebók
Men hoyr nú meg! Eg skal leggja tær ráð, og Gud skal vera við tær: Tú skalt stíga fram fyri Gud í navni fólksins og leggja sakir teirra fram fyri Hann;
Onnur Mósebók 18:20 Onnur Mósebók
og tú skalt fáa tey at skilja boðini og lógirnar og vísa teimum vegin, tey skulu ganga, og tað, ið tey skulu gera.
Onnur Mósebók 18:21 Onnur Mósebók
Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50, og summar yvir 10.
Onnur Mósebók 18:22 Onnur Mósebók
Teir skulu so skifta rætt millum fólkið altíð. Allar sakir, ið nógvan týdning hava, skulu teir lata koma fyri teg, men í øllum søkum, sum minni hava at týða, skulu teir døma sjálvir. Soleiðis lættir tú tær sjálvum byrðina, og teir bera hana við tær.
Onnur Mósebók 18:23 Onnur Mósebók
Gert tú hetta – og vil Gud tað so – tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði.“
Onnur Mósebók 18:24 Onnur Mósebók
Móses fylgdi ráði verfaðirs síns og gjørdi alt, ið hann segði.
Onnur Mósebók 18:25 Onnur Mósebók
Hann valdi dugandi menn av øllum Ísrael og setti teir til høvuðsmenn yvir fólkinum, til fyristøðumenn, summar at vera yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50 og summar yvir 10.
Onnur Mósebók 18:26 Onnur Mósebók
Teir skiftu so rætt millum fólkið altíð; allar torførar sakir lótu teir koma fram fyri Móses, men í øllum søkum, sum minni høvdu at týða, dømdu teir sjálvir.