at føða svong
27 versir um "at føða svong"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 25:35 Matteus
Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;
Esaias 58:10 Esaias
og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál – tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini
Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Orðtøkini 28:27 Orðtøkini
Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
Lukas 3:11 Lukas
Hann svaraði teimum: „Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt.“
Jákupsbrævið 2:14 Jákupsbrævið
Hvat hjálpir tað, brøður mínir, um ein sigur, hann hevur trúgv, táið hann hevur ikki verk! Man trúgvin fáa frelst hann!
Jákupsbrævið 2:15 Jákupsbrævið
– Er bróðir ella systir nakin og hevur ikki føði fyri dagin,
Jákupsbrævið 2:16 Jákupsbrævið
hvat hjálpir tað tá, um onkur av tykkum sigur við tey: „Farið í friði, vermið tykkum og mettið tykkum!“ – um hann gevur teimum ikki tað, ið likaminum tørvar!
Jákupsbrævið 2:17 Jákupsbrævið
– Soleiðis við trúnni eisini: Hevur hon ikki verk, er hon deyð í sær sjálvari!
Jákupsbrævið 2:18 Jákupsbrævið
Men nú sigur onkur: „Tú hevur trúgv?“ – Og eg havi verk! Vís mær trúgv tína uttan verk, so skal eg av verkum mínum vísa tær trúnna!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini
Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
Matteus 14:15 Matteus
Men táið kvøldið var komið, fóru lærisveinarnir til Hansara og søgdu: „Staðið her er oyðið, og tað seinkar; lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og keypa sær mat!“
Matteus 14:16 Matteus
Jesus segði við teir: „Teimum nýtist ikki at fara avstað; gevið tit teimum at eta!“
Matteus 14:17 Matteus
Teir svaraðu Honum: „Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar!“
Matteus 14:18 Matteus
Men Hann segði: „Fáið Mær tað higar!“
Matteus 14:19 Matteus
So beyð Hann, at fólkið skuldi seta seg niður í grasið. Og Hann tók hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði. So breyt Hann breyðini og gav lærisveinunum tey, og lærisveinarnir góvu fólkinum tey.
Matteus 14:20 Matteus
Tey ótu nú øll og vórðu mett. Síðani savnaðu teir saman avlopið av bitunum, tólv fullar kurvar.
Matteus 14:21 Matteus
Teir, sum etið høvdu, vóru um 5000 menn – umframt kvinnur og børn.
Matteus 25:37 Matteus
Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!
Matteus 25:38 Matteus
Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!
Matteus 25:39 Matteus
Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“
Matteus 25:40 Matteus
Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“
Jóhannes 6:35 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta.