at eta saman við syndarum
61 versir um "at eta saman við syndarum"
Versir
Síða 2 av 2Lukas 19:2 Lukas
Har var maður, ið æt Zakeus; hann var yvirtollari og ríkur maður.
Lukas 19:3 Lukas
Hann royndi at fáa at síggja, hvør ið var Jesus, men kundi ikki fyri fólkinum, tí hann var lítil av vøkstri.
Lukas 19:4 Lukas
Tá rann hann frammanundan og kleiv upp í morberjatræ fyri at fáa Hann at síggja; tí Hann skuldi koma framvið har.
Lukas 19:8 Lukas
Men Zakeus steig fram og segði við Harran: „Harri, helvtina av tí, sum eg eigi, gevi eg fátækum, og havi eg kravt ov mikið frá nøkrum, lati eg fýra ferðir so mikið aftur!“
Lukas 19:9 Lukas
Tá segði Jesus um hann: „Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham.
Lukas 19:10 Lukas
Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið
Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!
Galatiabrævið 2:11 Galatiabrævið
Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni – tí hann var at lasta.
Galatiabrævið 2:12 Galatiabrævið
Tí áðrenn nakrir komu frá Jákupi, át hann saman við heidningunum;* men táið teir komu, dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.
Galatiabrævið 2:13 Galatiabrævið
Saman við honum hyklaðu eisini hinir Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra.
Galatiabrævið 2:14 Galatiabrævið
Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: „Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!“